Tað kann verða avbjóðandi at koma víðari við sínum lívið, tá man hevur livað í einum harðskapsraktum parlagi. Nógvar kvinnur uppliva, at avleiðingarnar av harðskapinum fylgja við, hóast harðskapurin er steðgaður. Summar uppliva eisini, at harðskapurin heldur fram á ein nýggjan hátt, eftir at parlagið er enda.
Tað er púra vanligt at hava tørv á hjálp og stuðli. Tí byrjar Kvinnuhúsið eitt nýtt átak fyri kvinnum, ið hava havt tilknýti til Kreppumiðstøðina ella ráðgevingina, og sum ynskja amboð til at skapa sær eitt gott lív frameftir.
Hvørja ferð vit hittast, hava vit eitt tema og ein gest. Tað kann td. verða ein kvinna, ið deilir sína egnu søgu ella ein fakpersónur ið greiður frá stuðulsmøguleikum. Harðskapsfakligu ráðgevararnir hjá Kvinnuhúsinum luttaka altíð.
Vit hittast eina ferð um mánaðan í Kvinnuhúsinum. Her fært tú møguleika at hitta aðrar kvinnur, ið kenna til tær avbjóðingarnar, ið kunnu komast av harðskapinum, og sum – eins og tú – ynskja at skapa ein gerandisdag við størri trivnaði og frælsi.
Vit koma millum annað at seta sjóneykuna á:
- Trivna og sálarliga heilsu
- Rættindi og løgfrøðiligar spurningar og ivamál
- Yoga, rørsla og vælvera
- Kreativar mátar at arbeiða við sínum upplivingum
- Netværk, felagsskap og vegin víðari
Tað er eitt krav, at tú hevur havt samband við Kvinnuhúsið, antin við Kreppumiðstøðina ella ráðgevingina. Temakvøldini eru í einum fortróligum rúmi, og allar ið luttaka hava tagnarskyldu.
Vit hittast síðsta mánadag í mánaðinum kl. 17.00-19.00 í Kvinnuhúsinum í Tórshavn. Tað er ókeypis at luttaka, og vit bjóða okkurt til matna. Børn er vælkomin við.
Set teg í samband við okkum á tlf 317200 ella á post@kvinnuhusid.fo fyri at hoyra meira ella at melda til.
Skrá
26.oktobur 2026
Tú ert ikki einsamøll við tíni søgu
Ein kvinna greiður frá hennara søgu við harðskapi í parlagi og vegin út
30.novembur 2026
Feriur og høgtíðir kunnu verða truplar
Hvussu skapar tú góðar karmar fyri teg sjálva og tíni børn til høgtíðir ella í ferium, tá tú ert ella hevur verið fyri harðskapi? Ein kvinna greiður frá, hvussu hon hevur gjørt.
25.januar 2027
Hvussu kann Almannaverkið hjálpa tær?
Umboð fyri Almannaverkinum kemur at geva eitt yrvirlit yvir møguleikar og rættindi.
22.februar 2027
Ein vegur til meira orku og yvirskot
Ann Chanett Danielsen, persónligur venjari, greiður frá, hvussu kropslig rørsla kann styrkja trivna og sálarliga heilsu.
15.mars 2027
Yoga fyri kropp og sinn
Lis Helgadóttir, frá Yogasetrið, greiður frá vussu yoga og andadráttsvenjingar kunnu skapa ró, styrki og javnvág í gernadisdegnum
26.apríl
Kreativ skriving við Svannu Jákupsdóttir, rithøvundur og sálarfrøðingur
Royn kreativa skriving sum amboð at fáa tað ið fyllir niður á blað
31.maj
Hvat sigur lóggávan?
Fá vitan um hvørji rættindi og hvørjar møguleikar tú hevur






