Nær er ein persónur útsettur fyri harðskapi?
Ein persónur er útsettur fyri harðskapi, tá persónurin skal tillaga seg eftir krøvum og vónum hjá einum øðrum á ein sovorðnan hátt, at persónurin fer út um síni egnu mørk.
Persónurin nýtist ikki at hava tekin á kroppinum sum prógv fyri harðskapi. Harðskapur kann vera kropsligur og harvið sjónligur, men harðskapur kann eisini vera duldur, tá talan er um sálarligan, kynsligan, materiellan ella fíggjarligan harðskap.
Dømir um harðskap:
Sálarligur harðskapur
- At verða hótt/ur beinleiðis ella óbeinleiðis við kropsligum harðskapi
- At síggja síni børn ella húsdjór verða hótt við harðskapi
- At tað í heilum verður rópt eftir einum
- At vera undir eftirliti
- At vera avbyrgd/ur frá t.d. familju og vinum
- At verða niðurgjørd/ur, eisini frammanfyri ørðum
- At konstant verða kristiserað/ur við t.d. fáa at vita at man er ljót/ur ella er ein ónytta
- At verða ignorerða/ur (“the silent treatment”),
- At verða manipulera/ður (vera villeiddur um hvat er veruleiki og hvat tú følir/heldur)
- “Gaslighting” er somuleiðis et máti har ein annar hevur valdið á tær: at tú fært at vita at tú ert svøk/svakur/sálarliga sjúk/ur, sum fær teg at ivast í hvat er sannleiki og fær teg at ivast í tíni egnu búkkenslu um eina støðu
Tað, sum eyðkennir sálarligan harðskap, er, at hann gongur fyri seg regluliga og endurtekur seg. Tað snýr seg ikki um eitt mistak, eina einstaka hending ella ein keðiligan dag. Harðskapurin er tilvitaður, og persónurin, sum fremur harðskapin, roynir at taka valdið á makanum. Sálarligur harðskapur kann vera torførur hjá tí harðskapsrakta at prógva, tí hann hevur eingi sjónlig spor við sær. Hóast hetta er sálarligur harðskapur sera skaðiligur og niðurbrótandi. Sálarligur harðskapur er altíð til staðar, har aðrir formar fyri harðskap eru.
Kropsligur harðskapur
Kropsligur harðskapur inniber til dømis at verða sligin, bukað/ur, skumpað/ur, hildin, pínd/ur, sparkað/ur ella stungin. Tað er eisini kropsligur harðskapur at verða sýtt/ur atgongd til ves, at fáa at eta, drekka ella at fara í song.
Kropsligur harðskapur er ongantíð til staðar uttan sálarligan harðskap.
Kynsligur harðskapur
Kynsligur harðskapur hevur við sær at verða noydd/ur til kynsligt samband, ið ein ikki hevur hug til. Tað kann vera, at ein verður noydd/ur til samlegu ella aðrar kynsligar gerðir, ið ein ikki ynskir at luttaka í.
Materiellur harðskapur
Materiellur harðskapur er, tá ið eins ognarlutir verða oyðilagdir, til dømis heim, innbúgv, klæðir, bilur o.s.fr. Hetta slagið av harðskapi kann eisini vísa seg við, at tann, ið fremur harðskapin, tveitir tann harðskapsrakta á dyr uttan at lata viðkomandi fáa nakað við sær, og at gera tað torført hjá tí harðskapsrakta at seta búgv á nýggjum, tí møgulig hús skulu seljast og innbúgv býtast.
Fíggjarligur harðskapur
Fíggjarligur harðskapur inniber at verða fíggjarliga avmarkað/ur og ikki sleppa at ráða yvir egnum pengum ella at verða trýst/ur til at taka lán í bankanum. Tað kann eisini vera, at ein verður noydd/ur at geva tí, ið fremur harðskapin, allar sínar pengar, ella at verða noydd/ur at biðja um lummapengar frá tí, ið fremur harðskapin.
Talgildur harðskapur
Talgildur harðskapur kann vera, at intimar myndir ella filmsbrot, sent í trúnaði, verða deild á netinum uttan samtykki frá tí harðskapsrakta.
Talgildur harðskapur er harumframt eisini at verða sjikanerað/ur, vegna at persónligar sambandsupplýsingar verða deildar alment, og at ein síðani verður útsett/ur fyri ógvusligari skemmandi atferð á til dømis sosialum miðlum ella á telefonini. Hesin harðskapur kann eisini bera í sær, at tann, ið fremur harðskapin, hevur eftirlit við telduposti, vangum á sosialum miðlum og/ella telefon hjá tí harðskapsrakta. Talan kann somuleiðis vera um sporingsútgerð, til dømis í bilinum hjá tí harðskapsrakta.