35 sjálvbodnar kvinnur eru við í eini vaktarskipan. Umframt tær sjálvbodnu kvinnurnar, starvast dagliga trý lønt fólk í Kvinnuhúsinum.
Skrivstovan er opin gerandisdagar frá kl. 9-16
Í skrivstovutíðini er møguleiki til antin at ringja til okkara ella koma í Kvinnuhúsið og tosa við okkum. Uttanfyri skrivstovutíð eru hurðarnar læstar og ringjast skal frammanundan.
Arbeiði í Kvinnuhúsinum er grundað á hjálp til sjálvhjálp. Kvinnur kunnu venda sær til okkara við ymiskum trupulleikum og fáa vegleiðing.