
Liv uttan harðskap er eitt ambulant tilboð til kvinnur og menn, sum eru ella hava verið útsett fyri harðskapi í parlagi og/ella nærsambondum. Tilboðið er eisini ætlað avvarðandi. Í ráðgevingini fæst ókeypis ráðgeving og vegleiðing. Vit bjóða viðtalur við harðskapsfakligar ráðgevar, samrøðubólkar og/ella viðtalur við sálarfrøðing eftir tørvi.
Um tørvur er á øðrum tilboði so sum lækna, løgreglu, Almannaverkið, Rættarhjálp Føroya, Familjufyrisitingina ella Barnaverndarstovu vísa vit víðari til hesi.
Er talan um sálarsjúku, mísnýtslu av alkoholi ella øðrum rúsevnum, kunnu ráðgevar vísa teimum harðskapsraktu á, hvar tey kunnu venda sær við sínum trupulleikum. Til dømis til lækna, sálarfrøðing og viðgerðarstovnar.
Tú ert vælkomin at ringja til Liv uttan harðskap tlf. 320032 gerandisdagar millum kl. 10 – 15