Ein samrøðubólkur er ein bólkur, ið møtast um eitt felags evni ella líknandi trupulleikum. Samrøðubólkurin gevur tí einstaka luttakaranum høvi til at deila upplivingar, hugsanir og kenslur saman við øðrum í líknandi støðu. Endamálið við bólkinum er, at luttakarnir stuðla hvørjum øðrum, finna loysnir og veita hjálp til sjálvhjálp.
Luttakarnir eru við til at avgera, hvussu arbeiði fer fram í bólkinum, og hvat serligur dentur skal leggjast á. Knýtt at samrøðubólkinum eru tvey fakfólk ið stuðla og leggja bólkinum lag á. Áherðsla verður løgd á tagnaðarskyldu. Tað eru í mesta lagi 6 luttakarar í einum bólki.
Harðskapur kann vera seksuellur, sálarligur, kropsligur, fíggjarligur, materiellur, talgildur og tráfylgjan (stalking) Flest uppliva fleiri sløg av harðskapi