Kreppumiðstøðin heldur til í Kvinnuhúsinum. Á Kreppumiðstøðini kunnu kvinnur gista, við børnum sínum í avmarkaða tíð. Kvinnurnar hava egið kamar og atgongd til felags køk, stovu, wc/bað. Tær gera sjálvar mat, keypa inn, gera reint og vaska klæði.
Á Kreppumiðstøðini hava kvinnurnar møguleika fyri at fáa frið, og tíð til at umhugsa sína støðu. Har kunnu tær tosa og fáa vegleiðing frá starvsfólkum. Kvinnurnar verða eggjaðar at siga sína søgu, sum hjálp til at síggja, hvat tær hava verið úti fyri.
Kvinnurnar fáa ein fastan kontaktpersón tillutaðan, og skipaðar samrøður hvørja viku. Kvinnur, ið gista á Kreppumiðstøðini, kunnu eisini fáa viðtalu hjá sálarfrøðingi, sum er eitt ókeypis tilboð.