Stuðla okkum

Vilt tú stuðla arbeiðinum?

Ynskir tú at starvast sum sjálvboðin vakt á Kreppumiðstøðini? Tú kanst venda tær til Kvinnuhúsið gerandisdagar millum kl. 9 – 16

Til hetta starv krevst, at tú ert kvinna, og at tú bæði hevur áhuga og kennir teg føra fyri at stuðla kvinnum í kreppu. Tú skalt eisini kunna rúma at hoyra kvinnur greiða frá teirra, til tíðir, ógvusligu upplivingum. Um tú sjálv hevur stórar trupulleikar at stríðast við, verður tú rádd frá at verða sjálvboðin vakt.

Arbeiðstíðin sum sjálvboðin vakt snýr seg um eina forvakt og eina bakvakt fimtu hvørju viku. Vaktin er frá kl. 17 – 08 gerandisdagar. Tá vaktin fellur á eitt vikuskifti ella á heilidagar er vaktin frá kl. 17 til kl. 17 dagin eftir. Tað eru altíð tvær, ið hava vakt í senn.

Ynskir tú at vita meira, um at gerast sjálvboðin, ert tú vælkomin at ringja til okkum ella senda okkum ein teldapost.

Ynskir tú at gerast limur í Kvinnuhúsfelagnum kanst tú skráseta teg her. Aðalfundurin hevur ásett árliga limagjaldið til 200 krónur (broytt 2020). Øll kunnu gerast limir.

Aðalfundurin verður lýstur í miðlunum. Ársfrágreiðingin verður løgd á heimasíðuna.

Tá Kvinnuhúsið fylti 30 ár, gjørdu vit eina plakat. Tá tú keypir plakatina, stuðlar tú samstundis virkseminum hjá Kvinnuhúsinum.

Plakatin fæst í tveimum støddum, A2 kostar 250 kr og A3 kostar 200 kr.

Hon fæst til keyps við at senda teldupost til post@kvinnuhusid.fo ella til keyps á hesum støðum:

Elsabech
J. H. Schrøtersgøta 7, Tórshavn

Tørvar tær hjálp
ella ráðgeving?

  • Ring 31 72 00 – Vit svara alt samdøgrið
  • Kjatta við okkum á Tidio
  • Ella skriva til post@kvinnuhusid.fo