VÆLKOMIN Á AÐALFUND
Aðalfundur hjá Kvinnuhúsfelagnum verður 30. apríl 2025 kl. 19 í loftstovuni hjá Kvinnuhúsinum. Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Harðskapsráðgevar hjá Kvinnuhúsinum fara at hugleiða um: Hvussu harðskapsrakt gera mótstøðu – út frá eini responsbaseraðari tilgongd.
Uppskot, ið skulu á skrá, skulu sendast til nevndina í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin á teldupost kvinnuhusnevndin@gmail.com
Ert tú limur og brennur tú fyri nevndararbeiði, so hevur tú møguleika til at stilla upp til valið at gerast nevndarlimur í Kvinnuhúsfelagnum, Kvinnuhúsgrunninum ella sum eyka limur.
Fyri at hava atkvøðurætt á aðalfundinum er tað ein treyt at vera limur í Kvinnuhúsfelagnum. Til ber at tekna teg sum lim her: Stuðla okkum – Kvinnuhúsið (kvinnuhusid.fo)






