1. oktober hevur Kvinnuhúsið 35 ára føðingardag. Í hesum sambandi verður móttøka í hølunum hjá Liv uttan harðskap, sum er ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum.
Móttøkan verður frá kl. 14.00 – 17.00. Adressan er Hoydalsvegur 6 í Tórshavn.
Kl. 14:30 hevur Elin Reinert Planck eina framløgu um søguna hjá Kvinnuhúsinum – frá tí degi har alt byrjaði. Síðani fer Anna Katrin Matras fulltrúði og verkætlanarleiðari av Sig frá! at hava eina framløgu; um hvønn veg arbeiðið við heildarætlanini hevur flutt møguleikan fyri at styrkja arbeiðið við harðskapi í parløgum og nærsambondum.
Drekkamuður við lagkøku verður at fáa. Børnini fáa sunnkist
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Hølini hjá Liv uttan harðskap verða opin, so tað verður møguligt at síggja hølini hendan dagin.






