Ársfrágreiðing 2024 hjá Kvinnuhúsinum vísir, at sera stórur tørvur hevur verið á ráðgeving og vegleiðing fyri harðskap í parlagi og nærsambondum í 2024.
Talið av áheitanum í 2024 er 1.409 í alt. Av hesum snúðu 850 seg beinleiðis um harðskap. Hinar 559 áheitanirnar snúðu seg millum annað um samstarv, fyrispurningar, uppgávur/verkætlanir, miðlar og vitjanir. Av teimum 850 áheitanunum um harðskap vóru 825 áheitanir frá kvinnum og 25 frá monnum.
Tað er oftast tann harðskapsrakti sjálvur, ið vendir sær til Kvinnuhúsið, men í summum førum eru tað ymiskir stovnar og myndugleikar, sum venda sær til Kvinnuhúsið vegna tann harðskapsrakta. Í 2024 vendu familja, vinir ella arbeiðspláss seg til Kvinnuhúsið/Liv uttan harðskap 127 ferðir.
Ársfrágreiðingin kann lesast her: Microsoft Word – Ársfrágreiðing 2024 arb við






