Kvinnuhúsið søkir eftir leiðara. Vit leita eftir tær, einum virkisfúsum álitisvekjandi persóni, sum brennir fyri at hjálpa teimum, ið hava verið fyri harðskapi, og sum hevur hug og dirvi at arbeiða fyri broyting – at varpa ljós á trupulleikan, styrkja fyribyrging og seta harðskap á dagsskránna.
Í Kvinnuhúsinum verður skipað fyri einstaklingaviðtalum og samrøðubólkum. Tað verður veitt ráðgeving og vegleiðing til kvinnur og menn, Kvinnur og børn kunnu gista í avmarkaða tíð.
Um starvið
Sum leiðari myndar tú, saman við starvsfólki, kósina og ávirka menningina og arbeiðsumhvørvið. Tú fært eisini møguleikar fyri førleikamenning og supervisión. Tað starvast, umframt leiðaran, 5 starvsfólk, og harafturat eru 35 sjálvbodnar vaktir knýttar at vaktarskipanini. Saman við nevndini í Kvinnuhúsfelagnum hevur leiðarin ábyrgd av at umsita og reka Kvinnuhúsið.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um:
at hava ábyrgd av fyrisitingarligu og umsitingarligu uppgávunum
at hava fíggjarligu ábyrgdina av Kvinnuhúsinum, í tøttum samstarvi við nevndina í Kvinnuhúsfelagnum
at standa á odda fyri og menna skipanir, mannagongdir, tænastur og karmar
at samskipa og styrkja samstarv við myndugleikar og stovnar
saman við starvsfólkum at skipa kunnandi virksemi, tiltøk, miðling undirvísing og menning av harðskapfakliga økinum
saman við samskipara at ganga á odda fyri at nýggja hjálparlinjan og viðgerðartilboðið fyri fremjarar verður sett í verk
Førleikar
Tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir
Tú er nýhugsandi, hevur yvirlit og evni til at raðfesta og leggja arbeiðið til rættis
Tú leiðir starvsfólk við virðing, týðiligheit og nærveru
Tú dugir væl at samskifta og samstarva, bæði innanhýsis og uttanhýsis
Tú hevur áræði, dirvi og vilja at mennast fakliga og persónliga
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og áramálsett í 5 ár, við møguleika fyri at verða longt. Tað er lønt sambært avvarðandi sáttmála. Leiðarin má tola broytingar í starvinum. Starvið verður sett frá 1. juni 2026 ella eftir nærri avtalu. Krav er um barnaváttan.
Umsóknarfreist
Hevur tú spurningar, er tú vælkomin at senda teldupost til starv@kvinnuhusid.fo. Um tú ynskir eitt prát um starvið, skriva nær tað liggur best fyri hjá tær, og vit venda aftur til tín.
Send umsókn við avritum av prógvum, CV, tilmælum til starv@kvinnuhusid.fo innan mikudagin 15. apríl 2026 kl. 12. Setanarsamrøður vera í viku 17.
Um Kvinnuhúsið
Kvinnuhúsið hevur fleiri ymisk tilboð til fólk, sum eru ella hava verið fyri harðskapi í parlagi ella nærsambondum. Talan er um Kreppumiðstøð, har kvinnur við ella uttan børnum kunnu gista í avmarkaða tíð. Ein harðskapsráðgeving, kallað Liv uttan harðskap, er ætlað kvinnum, monnum og avvarðandi, har tað fæst ráðgeving og vegleiðing ambulant frá harðskapsfakligum ráðgevum. Eftir tørvi veita ráðgevar m.a. psykoedukatión, so harðskapsrakt ella avvarðandi kunnu fáa meira vitan um harðskap, læra at seta mørk, fáa vitan um harðskapsdynamikkir og prosessir at koma víðari í lívinum. Harðskapsrakt, sum hava tørv á sálarfrøðiligum samrøðum, kunnu verða víst til sálarfrøðing, sum er knýttur at Kvinnuhúsinum. Harafturat veitir ráðgevingin samrøðubólkar.
Kvinnuhúsið er í støðugari menning og fleiri nýggj átøk verða sett í verk, hetta sum partur av átøkunum í heildarætlanin um harðskap í parløgum og nærsambondum 2023-2028, samskipað av Sig frá/Almannamálaráðnum. Aðalmálið við hesum átøkum er menning í breiðastu merking og soleiðis at betra um góðskuna av verandi tilboðum á harðskapsøkinum.
Eitt av hesum er Vitanardepilin, sum lat upp 1. oktober 2024, har virksemið byggir á harðskapsfakligheitina og er skipað sum partur av samlaða bygnaðinum, við bæði kreppumiðstøð, ambulantari ráðgeving og hjálparlinju. Nýggjasta átakið er hjálparlinja og tilboð til fremjarar av harðskapi. Tilgongdin við fyrireiking er byrjað, og ætlanin er at hetta átakið byrjar í inniverandi ári.






