Vilt tú gerast sjálvboðin
Sjálvbodna arbeiðið hevur altíð verið ein grundarsteinur fyri, at Kvinnuhúsið kann bjóða eitt døgntilboð.
Nevndin og grunnurin er mannað av sjálvbodnum kvinnum, eins og tað eru 35 kvinnur í føstu vaktarskipanini, ið hava eina forvakt og eina bakvakt fimtu hvørja viku – altíð tvær saman.
Arbeiðið hjá sjálvbodnu vaktunum snýr seg um at svara bráðfeingis tlf.nr. 317200 heimanífrá, tá starvsfólkini ikki eru til arbeiðis í Kvinnuhúsinum.
Sjálvbodna arbeiði hevur ikki minst týdning um vikuskifti og tá halgidagar eru. Um neyðugt skulu vaktirnar fara í Kvinnuhúsið at taka ímóti kvinnum og evt. børnum, sum skulu gista á Kreppumiðstøðini og gista saman við teimum fyrstu náttina.
Umframt hettar gera tær sjálvbodnu eitt stórt arbeiði við teirra stuðli til ymisk tiltøk í húsinum.
Fyri at vera sjálvboðin í Kvinnuhúsinum, skalt tú vera limur í Kvinnuhúsfelagnum. Limagjaldið er ásett at vera 200 kr árliga.
Tú verður boðin til undirvísing, fyrilestrar og annað áleið 4 ferðir um árið, umframt aðalfund, jólahugna, veitslu fyri vaktum hvørt ár.
Væntað er, at tú møtir upp til undirvísing og fyrilestrar, tí evnini, sum verða viðgjørd eru við til at íklæða vaktirnar fakliga og praktiskt til uppgávurnar.
Skriva til post@kvinnuhusid.fo ella ring á tlf 317200, um tú vilt hoyra meira.






