Heilsan frá harðskapsraktari kvinnu
Títt vald
Tá eg fyrst møtt tær, var tú mítt alt
Tú hitaði alt í mær, sum áður var kalt
Eg var stolt, at meg tú hevði valt
Tann fyrsta tíðin var trygg og góð
Tú treytaleyst við mína lið altíð stóð
Tú troystaði meg, tá eg græt og var móð
So líðandi komu tíni mongu krøv
Eg eina skuldi halda hús og turka støv
Eg mátti eingong ikki opna míni egnu brøv
Eg kundi ikki hava mína egnu løn
Eiheldur avgerða um troyggjan var reyð ella grøn
Eg var ljót, bítt og als ikki nóg kløn
Heima, var tað sum at ganga á brotnum glas
Tá eg nevndi sálarligan ágang, var hetta nakað fjas
Tú mær fylgdi og alt samskifti við mínar vinir læs
Tú segði eg var sjálarliga sjúk
At eg ikki eingong megnaði at vinda ein klút
At tú hevði hug at heingja meg í ein húk
Tú knústið ting í heimi okkara og eg óttaðist nær tú meg sló
Alt kundi tendra tína vreiðis glóð
Eg einki tordi at siga, ti av livinum eg var flóv
Tá eg fór misti eg alt
Men fram kom at eg hevði fjalt
Hóast tað pindi eins og opið sár og salt
Tú hevur mong arr sett í mína sál
Og enn er langur vegur á mál
Tað er, sum ei er sløkt títt brennandi bál
Men við hjálp eri eg komin á rættan veg
Eg nú veit, at tað eru mong, sum vilja hjálpa og gera alt fyri seg
Eg veit, at einferð blivi eg sterk aftur og megni at standa upp fyri meg