SJÁLVHJÁLPARBÓLKUR TIL KVINNUR
Sjálvhjálparbólkurin er fyri kvinnur, sum eru ella hava verið útsettar fyri harðskapi í parlagi og/ella nærsambondum. Í bólkinum fært tú høvi at deila upplivingar, hugsanir og kenslur saman við øðrum kvinnum í líknandi støðu. Endamálið við bólkinum er, at luttakararnir stuðla hvørjum øðrum, finna loysnir og veita hjálp til sjálvhjálp.
Luttakararnir eru við til at avgera, hvussu arbeiðið í bólkinum skal fara fram, og hvat dentur serliga skal leggjast á. Tvey fakfólk eru knýtt at bólkinum. Hesi eru við til at stuðla, og at leggja bólkinum lag á. Áherðsla verður løgd á tagnaðarskyldu. Vit miðja eftir at hava 6 – 8 luttakarar í bólkinum.
Sjálvhjálparbólkurin byrjar hósdagin 2. mars 2023 kl. 16 – 18.
Ynskir tú at koma við í bólkin ella hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Kvinnuhúsið tlf. 317200 millum kl. 10 – 16
ella at senda teldupost til post@kvinnuhusid.fo