Í ár var yvirskriftini “Frá græsrótarørslu móti professionalismu” við framløgum og sofapráti. Ljós varð varpað á, hvussu harðskapsøkið hevur ment seg gjøgnum tíðina, og hvat status er í dag.
Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum er 25. november, men tiltakið varð í ár hátíðarhildið fríggjadagin 24. november í Smæruni í Havn.
Seinastu 40 árini hevur miðvíst verið arbeitt við at basa harðskapi. Hetta arbeiðið hevur ment seg nógv, og er í dag kjølfest sum egið fakøki. Talan var upprunaliga, í Føroyum eins og aðrastaðni, um, at kvinnur tóku stig til at seta á stovn felag at arbeiða móti harðskapi.
Fyrstu nógvu árini varð arbeitt við tilboðum til harðskapsrakt, har serligur dentur varð lagdur á umsorgan og at skapa eitt friðskjól fyri harðskapsraktar kvinnur og børn teirra á kreppumiðstøðum. Rættiliga skjótt vísti seg tó tørvur á at hjálpa hesum kvinnum á fleiri økjum – eitt nú í løgfrøðiligum, fíggjarligum, heilsuligum og sosialum viðurskiftum. Tørvur var á at hava fleiri ymisk sløg av ráðgeving, og tí varð ein ambulantur ráðgevingarpartur lagdur aftur at kreppumiðstøðunum.
Á tiltakinum í ár vóru fýra framløgur. Edda Hjartvarsdóttir, forkvinna fyri Kvinnuhúsfelagið, legði fyri við søguligum innliti í harðskapsfakliga økið, sum í Føroyum hevur meira enn 30 ár á baki.
Næstu framløguna tók Eyðvør Tausen Olsen, leiðari í Kvinnuhúsinum sær av, har hon viðgjørdi Kreppumiðstøðir og virksemið har, og hvussu tað hevur ment seg við árunum.
Síðani tosaðu Frida Jóanesarson Dam og Ruth Apol Mortensen, ráðgevar í Kvinnuhúsinum um tørvin á ambulantum tilboði, hví og hvussu hesin parturin kann mennast.
Seinasta framløgan var um vísindadeplar í sambandi við harðskapsfakliga økið, og hvat hesin parturin hevur havt at týða. Tað var Anna Katrin Matras, verkætlanarleiðari fyri Sig frá Verkætlanina undir Almannamálaráðnum, sum tók sær av hesum.
Eftir ein steðg var sofaprát har landsstýrisfólk, sum umboða nýggju heildarverkætlanina um harðskap í parløgum og nærsambondum 2023-28 eisini luttóku. Óluva Zachariassen var orðstýrari.
Tiltakið varð stroymt, og kann tað síggjast her: Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum er (youtube.com)
Fyriskiparar vóru Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið og Sig frá/Almannamálaráðið.