Aðalfundur hjá Kvinnuhúsfelagnum verður 16. apríl 2024 kl 19 í loftstovuni hjá Kvinnuhúsinum. Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Uppskot, ið skulu á skrá, skulu sendast til nevndina í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin á teldupost kvinnuhusnevndin@gmail.com
Fyri at hava atkvøðurætt á aðalfundinum er tað ein treyt at vera limur í Kvinnuhúsfelagnum. Til ber at tekna teg sum lim her: Stuðla okkum – Kvinnuhúsið (kvinnuhusid.fo)
Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg kemur at greiða frá ætlanum fyri harðskapsøkið í Føroyum.