Víðkaða ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum tekur nýggj høli í brúk, fær navn og búmerki
Mánadagin 18. september verður skipað fyri móttøku í sambandi við, at víðkaða harðskapsráðgevingin í Kvinnuhúsinum tekur nýggj høli í brúk, fær navn og búmerki.
Í longri tíð hevur verið arbeitt við at betra um ambulantu ráðgevingina í Kvinnuhúsinum. Harðskapsráðgevingin er ætlað kvinnum og monnum, sum eru ella hava verið útsett fyri harðskapi í parlagi og nærsambondum. Har afturat er ráðgevingin eisini ætlað avvarðandi, sum ofta hava tørv á ráð og vegleiðing í mun til støðuna hjá teirra kæru.
Tað er av alstórum týdningi, at harðskapsrakt hava møguleika at søkja sær hjálp fyri harðskapin, og at tey skjótast gjørligt kunnu fáa ráðgeving, stuðul og vegleiðing. Hetta fyri at ónda ringrásin við harðskapi kann verða brotin.
Skráin:
Edda Hjartvarsdóttir, forkvinna í Kvinnuhúsfelagnum bjóðar vælkomin
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum sigur nøkur orð
Tónleika framførsla
Eyðvør Tausen Olsen, leiðari í Kvinnuhúsinum sigur nøkur orð
Navn og búmerkið verður avdúkað
Vit bjóða kaffi, te og smákøkur.
Móttøkan verður í hølunum í ráðgevingini hjá Kvinnuhúsinum, Hoydalsvegur 6
Mánadagin 18. september 2023 kl. 14
Verði hjartaliga vælkomin