Kvinnuhúsið søkir eftir leiðara til eitt áhugavert starv. Vit leita eftir einum álitisvekjandi persóni, sum brennir fyri at gera mun hjá teimum, ið hava verið fyri harðskapi.
Í Kvinnuhúsinum starvast umframt leiðaran 1 ½ starvsfólk, og 35 harafturat eru sjálvbodnar vaktir knýttar at Kreppumiðstøðini.
Í Kvinnuhúsinum er møguleiki fyri at koma til einstaklinga viðtalur og vera partur av einum samrøðubólki. Harafturat er møguleiki fyri at fáa viðtalu hjá sálarfrøðingi, ið er knýttur at Kvinnuhúsinum.
Á kreppumiðstøðini kunnu kvinnur gista, eisini saman við børnum, í avmarkaða tíð.
Kvinnuhúsið er í eini broytingartilgongd og fer framyvir eisini at veita ráðgeving og vegleiðing til menn.
Um starvið
Sum leiðari fært tú saman við góðum starvsfólki, ávirkan á menningina og arbeiðsumhvørvið í ráðgevingini og kreppumiðstøðini. Tú fært eisini møguleikar fyri førleikamenning og supervisión.
Leiðarin hevur ta fíggjarligu ábyrgdina av Kvinnuhúsinum í tøttum samstarvi við nevndirnar í Kvinnuhúsfelagnum og Kvinnuhúsgrunninum.
Leiðarin hevur starvfólkaábyrgd og ábyrgdina av at leiða og menna:
Ráðgevingina
Kreppumiðstøðina
Sjálvbodnu vaktirnar
Arbeiðsuppgávurnar fevna um:
Førleikar
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og áramálsett í 5 ár við møguleika fyri at verða longt. Tað er lønt sambært avvarðandi sáttmála. Leiðarin má tola broytingar í starvinum. Starvið verður sett frá 1. september 2022 ella eftir nærri avtalu. Krav er um barnaváttan.
Umsóknarfreist
Hevur tú spurningar, er tú vælkomin at venda tær til Eddu Hjartvarsdóttir, lim í setanarbólkinum á tlf. 519197 gerandisdagar eftir kl. 16
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, tilmælum v.m. verður send á umsoknkvinnuhusid@gmail.com
Umsóknarfreistin er mánadagin 18. juli 2022 kl. 12
Setanarsamrøður vera 25. og 27. juli 2022
Um bygnaðin í Kvinnuhúsinum:
Leiðarin hevur saman við nevndini í Kvinnuhúsfelagnumábyrgd av at umsita og reka Kvinnuhúsið sambært ásettum viðtøkum og reglugerðum.
Nevndin í Kvinnuhúsinum er undir ábyrgd mótvegis Kvinnuhúsgrunninum innan teir fíggjarkarmar, sum Kvinnuhúsgrunnurin ásetur.
Kvinnuhúsgrunnurin er ein sjálvsognarstovnur ið skal eiga/reka fasta ogn, sum í høvuðsheitum skal nýtast til ráðgeving og kreppumiðstøð. Kvinnuhúsgrunnurin hevur yvirskipaða ábyrgd av Kvinnuhúsinum