Ynskir tú at gera sjálvboðið arbeiði í Kvinnuhúsinum?
Kvinnuhúsið søkir eftir sjálvbodnum vaktum við t.d. námsfrøðiligum, sosialfakligum ella heilsufakligum royndum til áhugaverd og avbjóðandi størv.
Søkt verður eftir fyrikomandi og álitisvekjandi persónum, sum brenna fyri at gera mun hjá menniskjum, ið hava verið fyri harðskapi í parlagi og nærsambondum.
Søkt verður eftir fyrikomandi og álitisvekjandi persónum, sum brenna fyri at gera mun hjá menniskjum, ið hava verið fyri harðskapi í parlagi og nærsambondum.
Í Kvinnuhúsinum er ein Kreppumiðstøð og ein Ráðgeving. Tú gerst partur av eini vaktarskipan við 35 sjálvbodnum kvinnum, sum gera tað møguligt hjá kvinnum, sum hava verið fyri harðskapi, at ringja og/ella flyta inn á Kreppumiðstøðina alt samdøgrið. Talan er um eina forvakt og eina bakvakt, fimtu hvørja viku frá kl. 17 – 08.
Eisini er møguleiki fyri at gera aðrar uppgávur, sum verða lýstar nærri í eini samrøðu.
Vit vænta, at tú við umsorgan og viðurkennandi atburði fært harðskapsrakt og børn teirra at kenna seg vird og tikin í álvara.
Í Kvinnuhúsinum verður dentur lagdur á trivna, fakliga og persónliga menning. Eina ferð um mánaðin er fundur fyri teimum sjálvbodnu, har skipað verður fyri viðkomandi undirvísing, bólkaarbeiði, kjak, hugna og øðrum.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Kvinnuhúsið tlf. 317200 yrkadagar millum kl. 10-16. Eisini ber til at senda teldupost til post@kvinnuhusid.fo