Á Kreppimiðstøðini og í Ráðgevingini í Kvinnuhúsinum starvast dagliga leiðarin og tríggir ráðgevar/starvsfólk. Hesi hava námsfrøðiligar og sosialfakligar útbúgvingar, og hollar royndir at arbeiða við menniskjum í kreppu. Kvinnur kunnu venda sær til Kreppumiðstøðina alt samdøgrið. Hetta kann lata seg gera, tí umframt starvsfólkini eru 35 sjálvbodnar kvinnur við í eini vaktarskipan. Hesar hava vakt frá kl. 17 gerandisdagar til næsta morgun, og alt vikuskiftið.
Ráðgevingin hevur opið gerandisdagar frá kl. 9 – 16. Tá er møguligt, hjá harðskapsraktum kvinnum og monnum, í parlagi og nærsambondum, at ringja og fáa vegleiðing/ráðgeving umvegis telefon ella at fáa eina tíð til persónliga viðtalu. Eisini er møguligt at senda teldupost ella boð umvegis Facebook ella Instagram.
Aftaná kl. 16 eru hurðarnar læstar, men telefonin svarar alt samdøgrið.
Arbeiðið í Kvinnuhúsinum er grundað á hjálp til sjálvhjálp.