Arbeiðið í Kvinnuhúsinum, miðar ímóti at styrkja sjálvkenslu og sjálvsábyrgd kvinnunar, so hon í størri mun fær styrki at ráða og taka avgerðir yvir egnum lívi.
Endamálið við Kreppumiðstøðini er at veita hjálp til sjálvhjálp og serliga stríðast ímóti likamligum og sálarligum harðskapi framdum móti kvinnum og børnum.
Til tess at røkka hesum endamáli verður arbeitt við:
• at kunna um harðskap í familju og parløgum
• at kunna um arbeiðið, ið verður gjørt í Kvinnuhúsinum
• at veita kvinnum tilboð um hjálp til sjálvhjálp
• at taka lut í rakstrinum, fyri at tryggja Kreppumiðstøðina, sum tilhald fyri kvinnur og børn, sum hava verið fyri harðskapi