Mettustova úti á Reyn
Kvinnuhúsið / Kreppumiðstøðin byrjaði sítt virksemi 1. oktobur 1990. Kvinnuhúsið hevur øll hesi árini havt sum aðalmál at varpa ljós á harðskap og órættindi framd móti kvinnum og at veita harðskapsraktum kvinnum innivist.
At Kvinnuhúsið kom, var ongin sjálvfylgja. Nógv hildu ikki, at vit høvdu eitt tílikt stað fyri neyðini. Summi søgdu, at her er eingin, sum bukar konuna. Onnur vildu vera við, at harðskapur heima, er eitt innanhýsis mál, og at tvey vaksin fólk mugu sjálvi um, hvussu tey liva saman.
Soleiðis er ikki longur. Nú eru fá, sum halda, at maðurin hevur rætt til at leggja hond á konuna. Tí stuðlar tað almenna eisini Kreppumiðstøðini soleiðis, at Kreppumiðstøðin kann veita kvinnum hjálp, ið eingin annar stovnur í landinum kann geva.
Tað var í áttatiárunum, at harðskapur móti kvinnum byrjaði at verða umrøddur alment í Føroyum. Í Kvinnufelagnum í Havn hevði verið tosað um at fáa eitt Kvinnuhús, har harðskapsraktar kvinnur kundu fáa ráðgeving og vegleiðing. Ein partur av húsinum skuldi vera Kreppumiðstøð, har kvinnur við børnum kundu gista í eina tíð.
Í 1988 vóru fleiri kvinnur úr Føroyum á Kvinnuráðstevnu í Oslo. Á ferðini varð tosað víðari um at fáa eitt kvinnuhús. Og á heystið 1988 vendi ein bólkur av kvinnum sær til Landsstýrið um fíggjarligan stuðul til at seta eina Kreppumiðstøð á stovn. 200.000 krónur vórðu avsettar á fíggarlógini í 1989 til endamálið. Men vegna sparingar varð upphæddin skorin niður í helvt. Útgjald av upphæddini varð treytað av, at ein grunnur varð stovnaður til endamálið.
Fyri at vita hvussu áhugin var millum kvinnur yvirhøvur at stuðla tiltakinum, varð fundur lýstur at vera í Mettustovu í Havn 29. januar 1989. Hóast ódnarveður hetta kvøldið, møttu 86 kvinnur. Kvinnuhúsfelagið varð stovnað, nevnd vald til felagið, og ein nevnd varð vald til Kvinnuhúsgrunnin. Nógvar kvinnur bjóðaðu sær til at arbeiða sjálvboðið.
Síðan varð leitað eftir hóskandi hølum. 1. oktober 1990 lat Kvinnuhúsið upp í KFUM í Havn, og har er húsast vit enn.