Nær er ein persónur útsettur fyri harðskapi?
Ein persónur er útsettur fyri harðskapi, tá persónurin skal tillaga seg eftir krøvum og vónum hjá einum øðrum á ein sovorðnan hátt, at persónurin fer út um síni egnu mørk.
Persónurin nýtist ikki at hava tekin á kroppinum sum prógv fyri harðskapinum. Harðskapur kann vera kropsligur og harvið sjónligur, men harðskapur kann eisini vera duldur, tá talan er um sálarligan, kynsligan, materiellan ella fíggjarligan harðskap.
Dømir um harðskap:
Sálarligur harðskapur
- At verða hóttur beinleiðis ella óbeinleiðis við kropsligum-, ella øðrum, harðskapi
- At síggja síni børn verða hótt við harðskapi
- At síggja síni húsdjór verða hótt við harðskapi
- At tað, í heilum, verður rópt eftir einum
- At vera undir eftirliti
- At vera avbyrgdur frá til dømis familju og vinum
- At verða niðurgjørdur, eisini frammanfyri øðrum
- Áhaldandi at verða kristiseraður við til dømis at fáa at vita, at man er ljótur ella ein ónytta
- At verða ignorerðaur (“the silent treatment”)
- At verða manipuleraður (verða villleiddur um hvat er veruleiki, og hvat tú følir/heldur)
- “Gaslighting” er somuleiðis ein formur, har ein annar hevur valdið á tær: at tú fært at vita, at tú ert svøk ella sálarliga sjúk, og sum fær teg at ivast í, hvat er sannleiki og í tíni egnu magakenslu um eina støðu
Tað, sum eyðkennir sálarligan harðskap er, at hann er áhaldandi og endurtekur seg. Tað snýr seg ikki um eitt mistak, eina einstaka hending ella ein keðiligan dag. Harðskapurin er tilvitaður, og persónurin, sum fremur harðskapin, roynir at taka valdið á makanum. Sálarligur harðskapur kann vera torførur hjá tí harðskapsrakta at prógva, tí hann hevur eingi sjónlig spor við sær. Hóast hetta er sálarligur harðskapur sera skaðiligur og niðurbrótandi. Sálarligur harðskapur er altíð til staðar, har onnur sløg av harðskapi eru.
Likamligur harðskapur
Likamligur harðskapur ber, til dømis, við sær at verða sligin, bukaður, skumpaður, hildin, píndur, sparkaður ella stungin. Tað er eisini kropsligur harðskapur at verða sýttur atgongd til ves, at fáa at eta, drekka ella at fara í song.
Likamligur harðskapur er ongantíð til staðar uttan sálarligan harðskap.
Kynsligur harðskapur
Kynsligur harðskapur hevur við sær at verða noyddur til kynsligt samband, ið ein ikki hevur hug til. Tað kann vera, at ein verður noyddur til samlegu ella aðrar kynsligar gerðir, ið ein ikki ynskir.
Tráfylgjan/stalking
Tráfylgjan er eitt slag av sálarligum harðskapi, har tú verður útsett/ur fyri óynsktum og endurtiknum eftirliti, forfylging og plágan. Hetta kann halda á í vikur til fleiri ár.
Hvat er tráfylgjan/stalking?
- Endurtiknar telefonuppringingar, SMS, teldupostar og brøv, umframt ágang á internetinum
- Jagstran og eftiransing av heimi, arbeiðsplássi, umframt eftirlit umvegis elektroniska útgerð, sum til dømis GPS
- Seta slatursøgur í gongd
- Plága familju, vinir og starvsfelagar hjá tí tráfylgda
- Harðskapur ella hóttan um harðskap
Materiellur harðskapur
Materiellur harðskapur er, tá ið eins ognarlutir verða oyðilagdir, til dømis heim, innbúgv, klæðir, bilur o.s.fr. Hesin harðskapur kann eisini vísa seg við, at tann, ið fremur harðskapin, tveitir tann harðskapsrakta á dyr uttan at lata viðkomandi fáa nakað við sær, og at gera tað torført hjá tí harðskapsrakta at seta búgv av nýggjum, tí møgulig hús skulu seljast og innbúgv býtast.
Fíggjarligur harðskapur
Fíggjarligur harðskapur ber við sær, at verða fíggjarliga avmarkaður, og ikki sleppa at ráða yvir egnum pengum ella at verða trýstur til at taka lán í bankanum. Tað kann eisini vera, at ein verður noyddur at geva tí, ið fremur harðskapin, allar sínar pengar ella at verða noyddur at biðja um lummapengar frá tí, ið fremur harðskapin.
Talgildur harðskapur
Talgildur harðskapur kann vera, at intimar myndir ella filmsbrot, sent í trúnaði, verða deild á netinum uttan samtykki frá tí harðskapsrakta.
Talgildur harðskapur er harumframt eisini, at tað verður gjørt seg inn á ein við at persónligar upplýsingar verða deildar alment, og at ein síðani verður útsettur fyri skemmandi atferð á til dømis sosialum miðlum ella á telefonini. Hesin harðskapur kann eisini bera við sær, at tann, ið fremur harðskapin, hevur eftirlit við telduposti, vangum á sosialum miðlum og/ella telefonini hjá tí harðskapsrakta. Talan kann somuleiðis vera um sporingsútgerð sum til dømis í bilinum hjá tí harðskapsrakta.