Hesa søguna hava vit fingið frá eini kvinnu, ið ynskir at vera dulnevnd. Hevur tú verið fyri harðskapi? Og hevur tú hug at fortelja tína søgu? Send okkum tína søgu dulnevnt á post@kvinnuhusid.fo, so leggja vit brot úr søguni á sosialar miðlar og heimasíðuna.
Saman bróta vit tøgnina um harðskap. Tú ert ikki einsamøll.
Tá ið eg møtti honum, var hann stuttligur og lívligur. Hann var ein, sum fólk tímdu at vera saman við. Hann hoyrdist har, sum hann var, og bleiv ofta miðpunkt, tá ið vit vóru saman við øðrum. Men eg fann skjótt útav, at har hann ikki var miðpunkt, har keddi hann seg og tímdi ikki at vera
Tá ið vit møttust, var hann júst farin úr einum forholdi. Hann gav hesari damuni alla skylduna, at tað ikki gekk hjá teimum, tí hon hevði verið so ljót við hann. Hann var so glaður, at hann hevði møtt mær, tí eg var alt tað, sum fyrrverandi daman ikki var. Hann hevjaði meg langt upp um hana, og eg haldi, at eg fall fyri tí. Eg trúði veruliga, at hon hevði skylduna av, at tað ikki gekk hjá teimum, og at soleiðis fór tað ikki at verða hjá okkum. Eg var forelskað í honum og góð við hann. Og meir hann hevjaði meg upp, meir ofraði eg meg fyri honum. Og meir eg ofraði meg fyri honum, og meira eg gav honum kensluna av at vera nakað serligt, meir bygdi eg upp á hansara sjálvkenslu og sjálvgleði. Longu tá hevði hann ein heilt serligan tørv á at føla, at hann var nakað serligt. Hetta var mynstrið øll árini. Eg skilti tað bara ikki fyrr enn langt inni í okkara hjúnabandi. Eg var bara 19 ár, tá vit møttust.
Vit høvdu tað gott, og tað var ofta stuttligt. Vit vóru ofta saman við hansara vinfólkum, men eg byrjaði at sakna, at vit eisini vóru saman við mínum vinfólkum. Hann hevði altíð eina meining um mínar vinkonur og eina grund fyri, at hann ikki hevði hug at verða saman við teimum. Eg sá minni og minni til vinkonurnar, og spakuliga bleiv okkara felags vinarskarið bara hansara vinfólk. Seinni, tá eg onkuntíð tosaði um mínar vinkonur, so segði hann altíð niðurgerandi “hvørjar vinkonur? Eg síggi einki til, at tú hevur nakrar vinkonur”, og tað sáraði meg sera nógv.
At byrja við hevði hann eisini keðiligar meiningar um mína familju, og eitt tíðarskeið var eg líka við at slíta sambandið við familjuna og velja hann frammum, men tíbetur broyttist tað, og hann fekk eitt gott forhold til mína familju.
Men hann segði altíð, at eg var fødd við gullskeið í munninum. Hetta skilti eg slett ikki, tí eg eri fødd inn í eina heilt vanliga familju, har vit systkin tíðliga lærdu, at vit máttu arbeiða fyri tað, sum vit vildu hava útyvir tann dagliga tørvin.
Eg eri uppvaksin í einum sera tryggum og kærleiksfullum heimi. Eg hevði álit á teimum, sum eg møtti á lívsleiðini, og sá tað góða í flest øllum fólkum. Hann var kritiskur og møtti fólki við misáliti. Eg kláraði meg sera væl í skúlanum, fekk toppkarakterir og hevði ambitiónir at fara uttanlands at lesa. Eftir at eg var liðug við miðnámsútbúgvingina, vildi eg fyrst út at uppliva verðina í eina tíð, og heimafturkomin fekk eg eitt gott starv við lesnaði við síðuna av sum fyrireiking til víðari útbúgving.
Hann fortaldi fyri øllum, og altíð við einum háandi og niðurgerandi tónalagi, at eg ætlaði at læra til løgmann.
Hann fekk tað at ljóða sum, at eg helt meg vera, meir enn eg var. Og við tíðini fór eg eisini at ivast. Kanska skuldi eg ikki miðja so høgt. Eg fór ikki undir víðari lesna uttanlands, og hevur tað harmað meg sera nógv øll árini.
Eg gjørdist við barn, tá vit høvdu verið saman í fimm ár.
Eg var lukkulig og hevði ein dreym um, at vit fóru at verða ein lukkulig familja, sum varð saman alt lívið. Men tað gekk ikki long tíð, eftir at barnið varð føtt, at eg merkti álvarsama svíkjan. Tá ið hetta barnið varð tvey ár, ynskti eg at vera heima hjá tí í eina tíð, tí barnið treivst so illa. Eg bleiv heimagangandi húsmóðir og tók mær av barni og manni. Eg gjørdi alt tað húsliga arbeiði. Eg gjørdi mat, bakaði, vaskaði og hugnaði um heimið. Og sum heimagangandi húsmóðir var eisini meiri tíð og orka til hansara, og tað dámdi honum væl. Hóast fleiri ringar hendingar, so bleiv hetta ein góð tíð fyri okkum. Men, eg orkaði ikki fyri, at eg skuldi spyrja hann um pengar, tá ið eg skuldi keypa okkurt.
Nøkur ár seinni blivu vit gift og fingu trý børn, sum komu innan fyri eitt stutt tíðarskeið.
Eg bleiv aftur heimagangandi húsmóðir. Eg elskaði tað, men nú hevði eg altíð nógv at gera. Við trimum so lítlum børnum og einum størri barni og einsamøll við allari ábyrgd av tí húsliga, varð ikki nógv tíð og orka eftir, tá dagsins gerningur var liðugur.
Onkuntíð komu viðmerkingar, kanska serliga frá øðrum, at hann slapp so væl undan at hjálpa til við hús. Hann svaraði altíð, at tað var tað, hann hevði fingið sær konu til. Hóast hann fekk tað at ljóða sum skemt, so hevði eg kensluna av, at hann meinti tað.
Sinnalagið hjá honum var versnað við tíðini, men bleiv heilt galið um hesa tíðina.
Hann varð fyri tað mesta illur, og eg fekk ofta at vita, at eg ikki brúkti nóg nógva tíð uppá hann.
Um eg spurdi, um hann kundi hjálpa eitt sindur til heima, so eg hevði eitt sindur meiri tíð og orku, fekk eg altíð sama svar, at um eg ikki var nøgd, so kundi hann bara fara. Hetta var ein hóttan, hann brúkti, hvørja ferð eg royndi at tosa við hann um okkurt, sum eg helt burdi verið øðrvísi. Hann visti, at eg sum heimagangandi mamma við fýra smábørnum var totalt bundin at honum fíggjarliga, og tí fór eg ikki at biðja hann fara. Hann hevði fingið valdið á mær.
Hann lat meg altíð vita, at tað var hann sum forvann allar pengarnar, at tað var hann sum forsyrgdi okkum, og at tað var hann sum var troyttur og hevði brúk fyri at hvíla. Og at hann hevði brúk fyri eini konu.
Hann brigslaði mær eisini, at eg oyðslaði so nógv við pengunum, og tí kláraðu vit okkum ikki fíggjarliga. Knappliga fekk eg boð frá honum, at frá nú av so skuldi eg skriva alt, sum eg keypti í matvøruhandlinum, upp á konto. Hann hevði gjørt avtalu við handilin, uttan at spyrja meg fyrst. Eg segði bums nei, tí eg vildi ikki keypa uttan at gjalda. Men eg hevði einki at siga. Hetta var avgjørt, og eg hevði einki val. Eg minnist, hvussu ringt eg hevði tað, tá eg fór at keypa. Eg gekk runt og bíðaði, til eingin annar var við kassan, og so skundaði eg mær at fáa hetta avgreitt. Eg skuldi skriva undir kassaseðilin, sum so bleiv lagdur í kassan. Tá mánaðin varð liðugur, fekk hann eitt kontoavrit við samlaðu skuldini, og viðheftir vóru allir seðlarnir, har hann sá akkurát, hvat eg hevði keypt ígjøgnum mánaðin. So fekk eg hesar seðlarnar smekkaðar framman fyri mær, og við átalum um ymiskt, sum eg hevði keypt.
Eg mátti alla tíðina ansa eftir, at eg bara keypti tað, sum var neyðugt. Eg tordi ikki at keypa ein keksapakka at hugna okkum við ella nakað, sum ikki var neyðugt. Men óansæð hvussu eg royndi at spara, so fekk eg hvønn mánaða at vita, at eg hevði brúkt so og so nógv, og at hann ikki kundi klára at forsyrgja okkum, tá eg brúkti so nógvar pengar. Eg byrjaði at blíva nervøs hvørja ferð eg skuldi keypa inn. Eg visti ikki míni livandi ráð, tí óansæð hvussu eg ansaði eftir, so hevði eg brúkt ov nógv. Eg byrjaði eisini at blíva so nervøs við endan av hvørjum mánaði. Tá mánaðin nærkaðist endanum, og eg helt, at eg sikkurt hevði brúkt ov nógv, var eg so bangin, at eg í neyðini onkuntíð lat børnini ganga longri í vátum blæðum, fyri at royna at strekkja blæðupakkan, so eg ikki skuldi keypa ein nýggjan, fyrr enn vit komu inn í næsta mánaðin. So mátti eg bara spara uppaftur meir tann næsta mánaðin. Blæðupakkarnir vóru so sera dýrir tá. Hetta skammist eg sera nógv við, og havi grátið nógv tár um, at eg mátti lata míni børn ganga soleiðis.
Tá ið vit komu inn í eitt nýtt ár, printaði hann míni kontoavrit frá bankanum út, og so setti hann alt inn á eitt Excel ark, so hann kundi síggja, hvussu nógv eg hevði brúkt til hetta ymiska. So fekk eg hettar arkið lagt fram fyri mær við viðmerkingum um, hvussu nógvar pengar eg brúkti.
Hann førdi ikki roknskap við sínum egna forbrúki. Hann kundi brúka pengar uppá tað, sum hann vildi brúka pengar til. Og at síggja til, so manglaðu vit ikki nakað. Tað hevði týdning fyri hann, at tað sá út sum, at vit ikki manglaðu pengar.
Heilt tíðliga í okkara forholdi var ein hending, har eg handlaði nokk so spontant, tí eg hevði hug at brúka tíð saman við honum. Eg var forelskað og helt, at hann eisini hevði hug at brúka tíð saman við mær. Men frá at vera í góðum lag, skifti hann yvir til at látast sum um, at hann ikki sá meg. Soleiðis fór alt kvøldið, eisini tá vit fóru í song. Eg hevði ongantíð upplivað, at nakar ignoreraði meg soleiðis. Eg var so kedd og skilti slett ikki, hvat gekk fyri seg. Men eftir hesa hending og fleiri líknandi lærdi eg, at eg mátti lesa hansara sinnisstøðu av fyrst, áðrenn eg handlaði.
Vit høvdu nógvar góðar løtur saman og nógv var gott, serliga at byrja við og tey fyrstu árini.
Men sinnalagið hjá honum var skiftandi longu frá byrjanini av okkara forholdi, og tað versnaði við tíðini fyri síðani totalt at krakulera aftaná, at vit vóru gift, og øll børnini vóru komin.
At byrja við var eg forelskað og “toldi”, at hansara sinnalag var so skiftandi. Eg var uppvaksin í einum sera tryggum og góðum heimi fullum av kærleika, og eg var væl fyri sálarliga. Eg var ikki so ávirkað sálarliga av hesum sinnisskiftinum hjá honum, men eg var kedd, ræðuliga kedd, tá hann ignoreraði meg og ikki tosaði við meg. Men ófatuligt, sum eg kláraði skjótt at skifta við hansara skiftandi sinnalagi. Og ófatuligt, hvussu lætt eg hevði við at fortreingja tað ringa, og bara liva í tí góða, sum eisini var.
Tey fyrstu árini var eg glað, tá hann var í góðum lag, og tók tað ikki so tungt, tá hann var illur og í ringum lag. Eg var onguntíð ræðuliga kedd, men alt fór at verða gott aftur, tá hann bleiv í betri lag. Eg skuldi bara vísa honum enn meir, hvussu góð eg var við hann, so fór hann heilt sikkurt ikki at gera soleiðis aftur. So fór hann heilt sikkurt ikki at behandlað meg so illa aftur. So fór hann ikki at niðurgera meg aftur. Men, tað gjørdi hann umaftur og umaftur. Eg ofraði meg bara uppaftur meiri fyri honum, fyri at gera honum tilpas og fyri at vísa honum, at eg elskaði hann, og at eg var verd at verða elskað. Men, hansara atburður broyttist ikki. Soleiðis var tað í fleiri ár. Eg var fyri tað mesta í góðum lag og kláraði at fortrongja tað ringa, men eg umhugsaði ofta mína støðu, og um eg fór at kunna liva saman við honum. Tá eg var kedd, umhugsaði eg ofta at fara frá honum, men vit høvdu fingið ein son, og tað hevði sera stóran týdning fyri meg, at sonurin vaks upp við einum pápa. Eisini trúði eg, at tað fór at blíva betri, og tí bleiv eg í forholdinum.
So kom ein tíð, har eg var glað, tá hann var í góðum lag, men nú varð eg øgiliga kedd, tá hann var illur og í ringum lag. Eg skifti við hansara sinnalagi. Eg kláraði at njóta tað, tá hann var í góðum lag, men eg var ómetaliga kedd, tá hann so varð illur og í ringum lag og ignoreraði meg. Sum oftast visti eg ikki, hví hann varð illur, ella hví hann ikki tosaði við meg. Hetta mynstrið var í fleiri ár.
Við tíðini kom eitt broyting, har eg ikki kláraði at skifta við hansara sinnisstøðu. Eg varð ótrúliga kedd tá hann var illur og í ringum lag, men nú kláraði eg ikki at verða glað, tá hann bleiv blíður aftur og í góðum lag. Eg var alla tíðina kedd og ólukkulig. Hansara sinnalag skifti so brádliga. Eg visti ongantíð, hvar eg hevði hann. Eg visti ikki, hví hann bara knapliga bleiv óður, ella hví hann bara knapliga ikki tosaði við meg. Tað var sum at liva í einum minufelti. Eg visti ongantíð, nær eksplotiónin kom, men eg visti, at tað var mín skyld.
Hann fekk meg altíð at føla, at tað var okkurt við mær, sum gjørdi hann so óðan. Eg rannsakaði altíð meg sjálva. Hvat eg hevði gjørt skeivt? Hvat var tað síðsta, eg hevði sagt við hann? Hvat tónalag hevði eg brúkt? Hvar hevði eg verið? Hvønn hevði eg tosað við. Hann kundi hava gron í fleiri dagar, og seinni í fleiri vikur, har hann ikki tosaði við meg. Eg var sum luft inni í okkara heimi.
Eg var so ólukkulig.
Eg var altíð bangin at koma til hús, tí eg orkaði ikki hesa skiftandi sinnisstøðuna. Onkuntíð kundi hann ikki hava tosað við meg í fleiri dagar, men so uttan nakað, so kundi hann vera blíður, tá eg kom til hús og vildi klemma meg. Tað var næstan tað ringasta. Eg orkaði ikki hesa tøgnina, og eg stúrdi so nógv fyri henni, og tá hann so líka knapliga var í góðum lag, so kláraði eg ikki at taka ímóti. Og so var tað aftur mín skyld, tí nú vildi hann klemma meg, men eg var so køld.
Eg byrjaði at taka frástøðu frá honum. Eg orkaði ikki hetta sinnisskiftið. Eg orkaði ikki at liva í hesi óútrokniligheitini. Eg var noydd at taka frástøðu fyri ikki sjálv at blíva sinnissjúk.
Gransking vísir, at tað er verri at liva í nærsambandi við skiftandi støðum, enn um tað alla tíðina er ringt.
Eg orkaði ikki at fara einsamøll í bil saman við honum, um vit skuldu koyra langt, tí tá brúkti hann møguleikan at koma við øllum verðsins ábreiðslum ímóti mær, og eg slapp ongan veg.
Eg reisti ongantíð av landinum við honum. Tað var so vælsignað friðsælt at verða familja heima við hús, tá hann var uttanlands. Og eg orkaði heldur ikki tankan at verða einsamøll saman við honum á einum hotel kamari, kanska enntá í tøgn, tað var ikki til at vita.
Við tíðini tordi eg heldur ikki at hava egnar meiningar. Hann kundi blíva illur og skrála eftir mær, hví eg ongantíð kundi halda tað sama sum hann, og so fekk hann gron og tosaði ikki við meg í langa tíð. Alt bleiv kaos í mínum høvdi. Eg lærdi meg at lesa av, hvat hann vildi hava meg at svara. Tá hann spurdi meg um okkurt, so hugsaði eg altíð, hvat hann ynskti, at eg svaraði. Um eg visti, hvat hann vildi hava meg at svara, so segði eg bara tað, sum hann ynskti, tí so var friður. Um eg ikki visti, hvat hann vildi hava meg at siga, so segði eg, at eg visti ikki, og hevði onga meining um tað. So var friður, tí hann fekk sítt ígjøgnum. Tá vit vóru úti, og hann kom at kjakast um okkurt, so helt eg við honum fyri frið skyld, tí annars visti eg, hvat bíðaði mær.
Eg royndi altíð at siga innaní mær sjálvari, at hatta er slett ikki mín egna meining. Eg mátti gera tað, fyri at halda skil á, hvat var mín meining, og hvat var hansara meining. Okkara meiningar vóru so ymiskar, og vit sóu so ymiskt uppá alt.
Men eg byrjaði spakuliga at missa meg sjálva burtur.
Hann segði altíð, at eg var so vánalig kona, og at eg ikki kundi brúkast til nakað sum helst uttan tað at vera mamma.
Eg bað hvørt kvøld til Gud um at hjálpa mær at verða ein betri kona, so vit kundu hava tað gott. Eg bað Gud hjálpa mær at vera góð við hann. At taka væl ímóti honum við góðum hjarta, men einki hjálpti.
Eg var so ólukkulig, og skilti ikki, hví allar hinar konurnar dugdu at vera konur, men eg dugdi ikki.
Hann vildi tosa um okkara trupuleikar, men tað einasta, hann góðtók, var, at eg bað umskylda fyri at vera so vánalig kona, og at eg lovaði at betra meg.
Tá ið eg hevði sagt umskylda, og lovað at betra meg, legði hann armarnar um meg, og segði seg vera so góðan við meg. Annars broyttist hansara atburður ikki. Og so varð aftur galið. Aftur skuldi eg biðja umskylda og lova, at eg skuldi verða ein betri kona. Tá hetta hevði verið nakrar ferðir, føldi eg, at eg kláraði tað ikki meir. Eg føldi, at øll skuldin bleiv løgd á meg. Tá ið eg aftur skuldi biðja umskylda, føldi eg bara, at eg sakk niður í eitt djúpt svart hol. Tað var ein tann ringasta tíðin fyri meg, tí eg misti alla vón, og lívið gav onga meining. Eg orkaði ikki at liva.
Hann sá seg ikki hava nakra orsøk at biðja umskylda fyri nakað sum helst.
Eg skilti ikki tað, sum gekk fyri seg, men eg visti, at tað var heilt galið. Mítt búkfornemilsið segði mær, at hetta var absolutt ikki í lagi. Eg var uppvaksin í einum sera tryggum heimi, so eg visti, at tað átti ikki at vera soleiðis. Men eg sá mær ongan møguleika at sleppa úr hesi støðuni, sum vit vóru í. Eg hevði ikki orku at fara úr hjúnabandinum. Eg vildi undir ongum umstøðum fara, um eg ikki var sikkur í, at eg fekk øll børnini við mær. Eg sá onga vón fyri framman.
Eg ynskti ofta, at hann heldur bukaði meg, tí so visti eg tað. So hevði eg prógvið, at tað var harðskapur, og so hevði eg prógvaða grund til at fara.
Eg ynskti eisini, at hann heldur var alkoholikari, tí ein í hansara familju drakk illa, og eg hoyrdi ofta fólk siga, at tey skiltu ikki hendan makan, at hann ikki fór úr hjúnabandinum. Um mín maður var alkoholikari, so høvdu fólk skilt meg og kanska enntá stuðlað mær at farið.
Tá bókin “Um bara hann sló meg” kom út, las eg hana næstan uttan steðg. Og meðan eg las, byrjaðu fleiri ting at koma uppá pláss. Eg kendi so nógv aftur, og eg byrjaði at skilja ymiskt. Eg fekk eina váttan fyri, at tað veruliga var sálarligur harðskapur, ið vit livdu í. Eg græt í fleiri dagar. Eg valdi at lesa bókina umaftur og seta eina reyða striku undir alt tað, sum líktist okkara. Tað bleiv til so nógvar strikur, at bókin bleiv reyð. Endiliga skilti eg tað.
Men eg megnaði ikki at fara úr hjúnabandinum. Eg var so niðurkoyrd sálarliga, at eg hevði ikki orku til annað enn at yvirliva. Alt gekk út uppá at gera honum tilpass, at verða uppá vakt, og at verða tvey fet frammanfyri, fyri at fyribyrgja vreiðisherindi og niðurgerðingar, so tað ikki gekk útyvir børnini. Eg ynskti so nógv at verja tey, men eg megnaði so lítið.
Eg var í hjúnabandinum í fleiri ár aftaná, at eg las bókina. Tíverri.
Tá ið vit vóru úti ímillum fólk, var hann blíður við meg og tosaði ofta pent við meg. Hann kundi leggja armin um herðarnar á mær, meðan vit sótu við borðið, hann skemtaði og tók meg við í skemti, men tá vit komu til hús, og onkuntíð fleiri dagar aftaná, fekk eg av at vita, tí so hevði eg sagt okkurt, sum var so frekt og ljótt, ella hevði eg sagt okkurt, sum slett ikki var stuttligt ella okkurt sera óhóskandi. Ella hevði eg tosað ov nógv við onkran, ella dansað ov tætt ella ov leingi við onkrum ella okkurt heilt annað. Eg elskaði at dansa, men í hansara eygum var dansur rótin til alt ónt. Tað var ikki til at vita, hvat hann fekk tað til, men tað var ongantíð nakað grundarlag fyri ákærunum.
At enda tordi eg slett ikki at tosa uppi í, tá ið vit vóru saman við fólki. Eg fór bara heilt inn í meg sjálva. Eg kláraði ikki at finna uppá nakað at tosa um. Hann fekk meg at føla, at eg dugdi slett ikki at uppføra meg ordiligt, at eg dugdi ikki at tosa við fólk, og at eingin tímdi at hoyra uppá meg ella tosa við meg.
Eg bleiv tann stilla, meðan hann var tann stuttligi, sum altíð hoyrdist.
Enn í dag, fýra ár eftir, at eg fór frá honum, stríðist eg við hetta, um fólk tíma at lurta eftir mær ella tosa við meg. Tó ikki har, sum eg føli meg trygga. Tá eg siti saman við fólki í onkrum práti og fái hug at fortelja okkurt, so hugsi eg so nógv, um tey munnu tíma at hoyra uppá meg, ella um tað, sum eg havi hug at fortelja, kanska er býtt ella frekt, at prátið ofta hevur skift evni, áðrenn eg klári at bestemma meg.
Eg minnist fyrstu ferð eg var til veitslu, eftir at eg var farin frá honum. Eg sat saman við fólki, sum eg kendi væl. Uttan at eg hugsaði meg um, so sat eg og fortaldi okkurt stuttligt, og øll flentu og prátaðu við meg. Knappliga bleiv eg so yvirtikin kensluliga, tí tað var so ektað, at tey tímdu at práta við meg, og eg kundi bara tosa og flenna heilt frítt, uttan at verða bangin fyri avleiðingum.
Einaferð vóru vit boðin føðingardag inni hjá einum vinarpari. Konan ringdi til mín at bjóða okkum í føðingardag, men tað, sum eg ikki visti, var, at maðurin hevði eisini ringt til hansara at bjóða okkum. Eg var so niðurkoyrd. Hann hevði tá ikki tosað við meg í tríggjar vikur. Ikki eitt tað einasta orð. So eg avgjørdi við meg sjálva, at eg hevði tørv á at fara einsamøll í føðingardag og fáa eina hugnaliga løtu saman við fólki, sum eg kendi, og sum eg kundi hava tað gott saman við. Eg valdi einki at siga við hann. Á veg avstað rópti hann á meg, um eg fór í føðingardag, og um vit skuldu koyra saman. Alt innaní mær skríggjaði NEI, men eg segði ja.
Hann segði ikki eitt orð, meðan vit koyrdu, men í somu løtu vit lótu hurðina upp, har føðingardagsgestirnir sótu, byrjaði hann at práta og flenna hart, og hann bleiv miðpunktið uppá nøkur fá sekund. Eg føldi, hvussu eg sakk inn í meg sjálva. Vit blivu sett til borðið yvirav hvørjum øðrum. Hann prátaði, segði krønikur, og øll flentu. Knappliga hoyrdi eg, at hann segði mítt navn. Hann vildi hava meg at fortelja um nakað, sum eg hevði gjørt, og sum var virkuliga stuttligt. Eg kláraði ikki. Hetta dupultspælið hjá honum gjørdi, at eg orkaði ikki. Eg segði bara, at eg mintist ikki, hvat tað var. Hann segði, jú, tú fortelur tað ofta. Eg bað hann bara fortelja tað, men hann vildi ikki, tí tað var so stuttligt, tá eg fortaldi tað. Eg vamlaðist so nógv við hansara atburð, at eg vildi spýggja. Eg kláraði ikki at fortelja, so tað endaði við, at hann fortaldi, og øll flentu í kíki.
Enn einaferð var hann tann stuttligi, og eg tann stilla og óinteresanta.
Eingin visti, hvat hevði verið áðrenn hesa løtuna, og eingin visti, hvat var aftaná. Eingin visti, at tá vit lótu hurðina aftur í føðingardagshúsinum, segði hann ikki eitt orð við meg á veg til hús og heldur ikki í langa tíð aftaná.
Hetta er bara eitt av nógvum dømum.
Soleiðis var eisini, tá fólk komu inn til okkara. Hann skifti bara yvir. Frá ikki at hava sagt eitt orð í dagar og vikur, bleiv hann blíður og fyrikomandi uppá eitt splittsekund, fyri síðani at skifta yvir aftur til tøgn, tá gestirnir vóru farnir. Hansara sinnisstøða skifti, sum var tað ein kontakt, ið varð tendrað og sløkt.
Onkuntíð, tá eg hevði bjóðað onkrum inn, kundi hann láta sum einki, men tá tey vóru farin avstað, kundi hann blíva so illur, um tað ikki hevði passað honum, at vit fingu gestir, at hann ikki tosaði við meg í fleiri vikur. Hetta gjørdi, at eg tordi illa at bjóða nøkrum inn, tá hann var heima. Tað var so píniligt, tí eg havi altíð verið gestablíð.
Fasadan var pen. Hann spældi ein leik, sum onnur ikki skiltu, og vit leiktu við.
So hvussu kundi nakar vita, hvat gekk fyri seg innan fyri okkara fýra veggir?
Tað er so nógv eg kundi sagt frá, men tað er ikki pláss fyri øllum her. Kortini vil eg siga frá einari hending.
Eg arbeiddi fyri hann á hansara fyritøku, tí hann fekk ongan at arbeiða. Børnini vóru smá og eg mátti hava tey við mær til tað bleiv songartíð. Eg arbeiddi frá kl. 16.30 til tað lukkaði kl. 23.00, og so vaskaði eg alt til kl. 1.00.
Tá eg kom troytt til hús kl. 1.00 um náttina, hevði hann stongt úthurðina. Eg bankaði og bankaði, men einki hendi. Eg ringdi uppá hansara telefon, men hann svaraði ikki. Eg kastaði steinar upp á rútin í kamarinum, og eg rópti, men eingin reaktión. Eg ringdi og bankaði, men eingin reaktión. Eg visti, at hann hoyrdi meg. Hann kundi ongantíð sova fyri hønunum hjá grannunum, hann kundi ikki sova, um eg hevði nakran inni, og vit prátaðu í køkinum, ella um børnini høvdu vinfólk inni, ella um nakað hoyrdist nakra staðni í húsinum ella uttanfyri. Eg buldraði fleiri ferðir á hurðina, men tað var eingin reaktión frá honum. Hann lat ikki hurðina upp.
At enda mátti eg yvir til grannan, og fekk hann at koma yvir við einum stiga og klúgva upp á altanina, fyri síðani at sleppa inn ígjøgnum altanhurðina, og so niður undir at lata úthurðina upp, so eg slapp inn. Maðurin kom ongantíð upp.
Dagin eftir, tá eg var ill um, at hann hevði stongt meg úti, og so ikki læsti upp tá eg bankaði, segði hann, at hann hevði hoyrt okkurt, men visti ikki hvat tað var. Bullshit. Hann segði eisini, at hann hevði gloymt at eg var úti. Bullshit.
Eg hevði mangar upplivingar, sum vóru líka langt úti sum hendan. Og nógvar vóru fleiri ferðir verri.
Eg havi langt í verðini síðani konstatera, at tað sum hann fortelur, sum oftast ikki stemmar við veruleikan. Hansara moralska kumpass stemmar slett ikki við mína, og harvið heldur ikki hvussu hann tulkar sannleikan.
Skommin, ikki at fáa eitt hjúnaband at rigga, og so óttin fyri honum, gjørdu heilt víst, at eg ikki segði nøkrum frá, hvat gekk fyri seg. Eg tosaði ongantíð við nakran, um hvat gekk fyri seg heima hjá okkum.
Hann bukaði meg ongantíð likamliga. Hann kundi taka fast í armin á mær onkuntíð. Hann blakaði meg út úr kamarinum, so eg datt, tí hann bleiv so illur, at eg sms´aði við sonin, sum var úti. Hann blakaði einaferð uppvaskibustina eftir mær, tí eg spurdi, um hann ikki kundi brúka svampin til at vaska vaskið við, heldur enn uppvaskibustina. Tað, at eg fekk ilt av uppvaskibustini, ella at klæðini blivu oyðiløgd av klorininum, var ikki tað ringasta. Tað ringasta var eyðmýkingin. Men, eg fekk ongantíð nakað útvendugt sár. Tað var hann ov snildur til, tí tað høvdu onnur sæð. Sárini vóru øll innaní og sóust ikki. Hann bukaði meg so at siga hvønn dag sálarliga.
Hann var so óútrokniligur, og eg var blivin so bangin fyri honum, at eg tordi illa at sova tey seinastu árini.
Eg tordi ikki at sova á rygginum, tí eg var bangin fyri, at hann kundi finna uppá at leggja ein kodda yvir andlitið á mær. Eg lá á búkinum við einum armi undir andlitinum, so eg hevði eitt andarúm, um hann fann uppá at gera mær nakað.
Tá hann var illur, krógvaði eg ofta teir spísku knívarnar, áðrenn eg fór í song.
Onkuntíð, tá ringast stóð til, ringdi eg til systur mína, og bað hana hava telefonina hjá sær, og um mítt telefonnummar ringdi um náttina, so skuldi hon ringja til løgregluna beinanveg. So lá eg við telefonini í hondini og hennara nummari klárum at trýsta á. Eg gav systi míni greið boð um, at hon ikki mátti siga nakað við nakran, tí eg óttaðist so nógv avleiðingarnar, um hann fann útav, at eg hevði sagt henni frá okkara støðu.
Í høvdinum royndi eg at siga, at hann ger mær einki, men kroppurin var so fyrireikaður at verja seg fyri vandanum, at tað nyttaði ikki, hvat eg hugsaði. Og eg føldi, at vandin veruliga var til staðar. Tíbetur hendi einki.
Eftir at eg fór frá honum, havi eg fingið staðfest PTSD, og havi eg stríðst við avleiðingarnar líka síðani. Nú byrjar ein glotti at hómast, men enn merki eg hjáárin av og á.
Eina ferð kom ein av mínum kærastu grannakonum inn á gólvið. Vit sótu við køksborðið og prátaðu, tá hann kom inn og setti seg saman við okkum uttan at siga eitt orð. Hetta var ikki nakað óvanligt. Men tað var so píniligt. Hann sat bara har í tøgn, og sjálvandi bleiv stemningurin har eftir.
Grannakonan, sum gekk nógv inn til mín, reisti seg bara og gjørdi seg til at fara. Eg fylgdi henni út í durin, lat hurðina aftur og so prátaðu vit leingi har úti um leyst og fast.
Á veg út ígjøgnum úthurðina vendi hon sær á, gav mær eitt klemm og segði “Eg veit, at tú hevur tað ikki lætt, eg eri her, um tú hevur brúk fyri mær”
Eg fór at gráta. Hetta var so forloysandi fyri meg, tí onkur annar sá tað eisini.
So var tað ikki nakað, sum eg bilti mær inn.
Við afturlatnari hurð úti í durinum og klemmi frá míni grannakonu, segði eg fyri fyrstu ferð, hvussu hart tað var at liva saman við honum.
Hetta bleiv eitt vendipunkt hjá mær.
Hetta gjørdi, at eg fekk eina vón aftur, tí hóast eg ikki var feilfrí, so hevði eg ikki alla skuldina. Onnur sóu tað eisini, og eg hevði góð fólk rundan um meg, sum eg visti stuðlaðu mær.
Stutt eftir hetta var ein støða hjá okkum, har hann sveik eitt av okkara børnum so ófyrigeviligt, og tað gekk so hart útyvir hetta barnið. Tá fór eg totalt í knús.
Hetta er ein longri søga, sum ikki kann lýsast í hesum skrivinum, men eg fekk eina terapi, har eg grátandi fekk sagt frá hesari hending og fekk opnað upp fyri einum lítlum brøkparti av tí sum eg var útsett fyri.
Eg segði, hvat var hent og í stuttum, og hvussu okkara dagligdagur var.
Mín terapeutur setti mær nakrar spurningar.
Hon varð heilt rørd, tá eg greiddi frá.
Eftir einari løtu segði hon, at eg hevði bara tvey í at velja. Antin helt eg á at liva í hjúnabandinum, og eg bleiv ólukkulig restina av lívinum, tí persónar við hasum persónligheitsstrukturinum broytast ongantíð. Ella mátti eg úr hjúnabandinum og ígjøgnum ta sorgina, sum tað hevði við sær, men ta sorgina fór eg at koma ígjøgnum.
Eg græt og segði, at eg orkaði ikki ígjøgnum ein hjúnaskilnað.
Hon svaraði, at tá eg hevði verið so sterk, at eg hevði klárað at livað í hasum hjúnalagnum so leingi, so var eg eisini sterk nok til at klára úr tí.
Eg græt og spurdi, hvussu hon kundi vita, at hann ikki fór at broytast.
Hon svaraði, at hon visti tað, tí persónar við hasum persónligheitsstrukturinum broytast ongantíð, og at hon hevði nógvar royndir sum terapeutur í 32 ár.
Tað bleiv ein “øjenåbner” fyri meg. Hesa løtuna gekk tað upp fyri mær, at hann fór ongantíð at broytast, og at vit fóru ongantíð at fáa tað betri. Eg hevði havt eina vón í so nógv ár, men einki var vorði betri, bara verri.
Tá avgjørdi eg, at hjúnarbandið mátti fáa ein enda, um vit skuldu koma nøkunlunda heilskapaði burtur úr hesum.
Men tað tók mær eitt heilt ár, har eg royndi at finna røttu løtuna at taka endaliga stigið.
Rætta løtan kom ongantíð.
At enda tók eg stigið og avgjørdi at biðja um sundurlesing, og hann fekk eitt sjokk.
Tað var ein sera stór sorg at skula ígjøgnum hjúnaskilnaðin.
Eg skilti ikki sorgina, tí tað var eisini ein so stórur lætti, og eg saknaði hann ikki eina løtu.
Fólk spurdu, hví eg ikki bara var glað, tí nú var eg endiliga sloppin av við hann.
Men eg var ikki glað.
Hesa sorgina hjálpti terapeuturin mær at skilja.
Hon fekk meg at síggja, at sorgin handlaði um dreymin, sum brast. Dreymurin um eitt lukkuligt lív saman, til deyðin okkum skilti. Dreymurin um eitt lív saman sum familja. Dreymurin um okkum sum kjarnufamilja.
Hesin dreymurin var brostin, men nú kundi eg byrja at droyma av nýggjum um eina familju, sum kundi liva í friði og tryggleika. Eina familju, sum fekk møguleika at liva í javnvág. Eina familju sum kundi verða lukkulig við einum persóni færri.
Tá eg fekk arbeitt ta sorgina burtur, byrjaði eg at verða glað.
Eg byrjaði at síggja tað góða, sum nú var.
Bara tað at gleða meg at koma til hús frá arbeiði og ikki stúra fyri, hvørjum eg bleiv møtt við, var ein sera stórur lætti.
At kunna sita við køksborðið og njóta eina friðsæla løtu uttan ótta fyri, at hann kom inn og setti seg við borðið í tøgn
At njóta løturnar uttan ótta fyri rasaríherindum og niðurgerðingum.
At tora at sova uttan ótta fyri, hvat hann kundi finna uppá at gera.
At fara í song ella vakna um morgunin uttan ótta fyri, at hann fekk gron, alt eftir hvørjar væntanir hann hevði til mín.
At tora at bjóða fólki inn.
At hava orku til at arbeiða.
Bara at kunna verða til uttan alla tíðina at hugsa um at gera honum tilpas, so tað kundi verða friður heima.
Eg fekk góða hjálp og nógvan stuðul frá fólki, sum eg hevði rundan um meg. Hetta var heilt víst við til at gera, at eg megnaði at koma ígjøgnum skilnaðin.
Eg havi prógvað, at eg kann brúkast til nakað sum helst. Eg betalti hann út, so at børnini ikki skuldu út úr teirra heimi. Eg havi syrgt fyri teimum, so at tey hava kunnað gjørt skúlagongdina lidna. Eg havi sjálv tikið útbúgvingar, meðan eg havi arbeitt. Eg havi í dag eitt sera gott, gevandi og sanniliga eisini krevjandi arbeiði. Eg havi orku til so nógv í dag. Og eg klári tað fíggjarliga, tí eg havi nemliga ongantíð verið oyðslut.
Eg var eisini kedd um, at við hjúnaskilnaðinum fylgdi ein ávísur missur av famlju og vinum. At eg ikki hoyrdi til meira onkra staðni.
Men í samrøðu við prestin, sum vígdi okkum, segði hann, at tað var ein høgur prísur, eg hevði goldið fyri at hoyra til hesi fólkini. Tað hjálpti mær væl, tá eg onkuntíð at byrja við var kedd, tí eg føldi, at eg ikki hoyrdi til hjá teimum meira.
Tað er sera ringt at skilja sálarligan harðskap.
Tú verður manipulerað og vavd spakuliga inn í teirra spinn, uttan at tú skilur tað, sum gongur fyri seg.
Tá tú endiliga byrjar at skilja, er tað sum oftast ov seint.
Tú ert vorðin føst í teirra spinni.
Man missur sítt skil, tá man livur í sálarligum ágangi.
Man klárar ikki at taka atlit til sín sjálvs og heldur ikki til børnini.
Man missur seg sjálvan spakuliga vekk.
Man doyr spakuliga innanífrá.
Sálarligur harðskapur er so ringur at skilja. Og tað er so ringt hjá øðrum at skilja, tí blívur tað eitt so forferdiligt einsemi hjá tí harðskapsrakta.
Tað er torført at fáa eyga á sálarligan harðskap, tí hann sæst ikki.
Tann, sum er útsettur fyri sálarligum harðskapi, hevur einki prógv, hvørki yvir fyri sær sjálvum ella yvir fyri øðrum. Knúturin í búkinum og pínan innaní sæst ikki.
Onnur hava eisini torført við at skilja sálarligan harðskap, og hvønn skaða hann ger.
Tí hevur tað so stóran týdning, at vit seta orð á og varpa ljós á sálarligan harðskap.
Og tí ynski eg at siga mína søgu við tí vón, at kanska onkur fer at skilja sína egnu støðu betur og fær eina vón um, at tað ber til at fáa eitt betri lív.
Eisini ynski eg at lýsa sálarligan harðskap við vón um, at onkur sær týdningin av at seta meir inn fyri at steðga sálarligum harðskapi.
Ein og hvør kann gera mun. Mín byrjan til eitt betri lív var, tá grannakonan tordi at siga, at hon visti, at eg ikki hevði tað lætt, og at hon var har, um eg hevði brúk fyri henni.
Tá eg byrjaði at tosa um, at eg hevði verið útsett fyri harðskapi, blivu flest øll sera illa við, og nógv spurdu, um hann virkuliga hevði bukað meg.
Tá eg segði nei, at hann ikki hevði bukað meg, men at tað var sálarligur harðskapur, søgdu tey flestu, “Áh, tað var gott at hann ikki bukaði teg”.
Onkur helt eisini, at eg var so órein at blaka hann út, tí hann var so fittur og stuttligur.
Eg havi mangan fingið spurningin, hví eg varð so leingi í hjúnabandinum.
Tað er einki einfalt svar.
Óttin fyri at missa okkurt av børnunum var heilt víst størsta orsøkin.
Og so vónin og trúgvin um, at tað fór at blíva betri. Tær góðu løturnar vóru eisini, og tær hildu lív í vónini.
Tað fíggjarliga spældi eisini nógv inn. Eg hevði slett ikki orku til at arbeiða meir, enn eg gjørdi. Tá skilti eg ikki, at eg orkaði ikki at arbeiða so nógv, tí hann og hansara atburður seig alla orkuna úr mær.
Eitt ár eftir, at eg var farin frá honum, hoyrdi eg eina samrøðu í útvarpinum við Elina Reinert Planck frá Kvinnuhúsinum. Hendan samrøðan tendraði ein neista av vón í mær. Elin segði frá teirra arbeiði við kvinnum, sum høvdu livað í harðskapi, og tað passaði so væl við tað, sum eg sjálv hevði upplivað. Eg fekk eina kenslu av, at hetta var staðið, eg skuldi leita mær til, fyri at fáa hjálp. Eg avgjørdi at ringja sama morgun, men tað tók nakrar tímar, áðrenn eg fekk tikið meg saman. Tá kvinnan í hinum endanum svaraði, fór eg at gráta. Eg græt og græt og fekk einki sagt. Knappliga gekk tað upp fyri mær, at eg var “ein av teimum”. At eg var ein harðskapsrakt kvinna. Tað vóru ikki bara “hinar”, sum vóru harðskapsraktar, men eisini eg. Akkurát hetta, at viðurkenna at eg var ein harðskapsrakt kvinna, var eitt av tí harðasta í allari tilgongdini.
Kvinnan í telefonini var so rólig og bað meg bara gráta og geva mær tíð, tí hetta vóru tær so vanar við.
Tá eg megnaði at siga nakað, bjóðaði kvinnan mær at koma í Kvinnuhúsið vikuna eftir til eina samtalu og at koma í ein bólk saman við øðrum harðskapsraktum kvinnum. Eg var bilsin og spurdi, um eg ikki skuldi fortelja frá mínum lívi fyrst fyri at kunna koma har. Kvinnan segði, at tað var ikki neyðugt, tí eingin kvinna, sum ikki hevði verið fyri harðskapi, ringdi til teirra.
Gáttin virkaði sera høg, tá eg fyrstu ferð fór inn í Kvinnuhúsið, og eg mátti veruliga taka meg saman fyri at fara inn um, men móttøkan var so hjartalig, og tað sambandið, sum vit í bólkinum knýttu, var so ekta og erligt. Fyri fyrstu ferð var ikki neyðugt við so nógvum orðum og frágreiðingum. Vit skiltu allar hvørja aðra heilt inn í tað djúpasta, tí vit høvdu allar upplivað tað sama. Ofta sótu vit bara og nikkaðu, tá ein greiddi frá. Ella grótu vit, tí vit kendu pínuna hjá hvørji aðrari. Hetta, at tosa við aðrar kvinnur í somu støðu, var nakað heilt serligt. Og hetta var heilt víst við til, at eg megnaði at fóta mær aftur.
Vit vóru allar heilt vanligar, sterkar og vælfungerandi kvinnur.
Eg fekk eisini bjóðað viðgerð frá sálarfrøðinginum, sum er knýttur at Kvinnuhúsinum. Hetta var eisini til sera góða hjálp hjá mær, og í tí støðuni, sum eg stóð í viðvíkjandi tí fíggjarliga, so hevði eg ikki havt møguleika at leita mær hjálp, um eg skuldi goldið fyri tað sjálv.
Í dag vil eg ikki síggjast sum eitt harðskapsrakt offur. Eg vil síggjast sum ein, sum hevur kempað, og sum hevur yvirlivað harðskapin. Ein, sum hevur vunnið á harðskapinum.
Tí hóast ein harðan bardaga, so ber tað til, og lívið kann vera gott.
Eg kendi meg sum ein skerdan fugl, sum sat í einum búri við opnari hurð, men fuglurin var so særdur, at hann kláraði ikki á flog.
Við góðari hjálp, byrjaði fuglurin at styrkna, til hann ein dag sat í opinum og hugdi rundan um seg. Enn var hann ikki klárur at fara á flog, men við tíðini hættaði hann sær útum, og seinni á flog.
Vit kunnu flúgva. Vit kunnu veruliga flúgva. Um ikki við veingjum, so í høvdinum, í huganum, í dreymunum. Vit kunnu stríðast fyri frælsinum, so vit at enda tora at ríva okkum leys, og vit koma at kenna okkum fræls. Frælsi gevur okkum veingir.