Ynskir tú at koma í samrøðubólk, sum er um dagin?
Kvinnuhúsið bjóðar nú samrøðubólk um dagin, sum er fyri kvinnum, ið eru ella hava verið útsettar fyri harðskapi í parlagi og/ella nærsambondum.
Bólkurin byrjar tá hann er fullteknaður. So tað ræður um at skunda sær
Í bólkinum verður í stóran mun práta um evni innan harðskap við støði í tí, sum luttakararnir hava tørv á at práta um. Tú fær høvi at deila tankar, kenslur og royndir við onnur í líknandi støðu.
Hvussu er bólkurin skipaður?
Bólkurin er skipaður við 8 – 10 kvinnum, ið møtast 8 ferð í hugnaligum hølum hjá ráðgevingini Liv uttan harðskap í Havn. Bólkurin verður skipaður við felagspráti og undirvísing. Bólkurin verður leiddur av tveimum harðskapsráðgevum, sum stuðla og leggja lag á. Dentur verður lagdur á tagnarskyldu hjá luttakarum og fakfólki.
Endamálið við bólkinum er:
– at hitta onnur harðskapsrakt í líknandi støðu
– at læra hvussu ein kann handfara støðuna á gagnligan hátt
– at kunna seta orð á tankar, kenslur og royndir
– at fáa innlit í harðskapsdynamikkir og torgreidda trupulleikan við harðskapi
Tilmelding og kostnaður
Ynskir tú at frætta meira um bólkin, ert tú vælkomin at ringja til Liv uttan harðskap tlf. 320032, til Kvinnuhúsið tlf. 317200 millum kl. 10-15 gerandisdagar – ella at senda teldupost til post@kvinnuhusid.fo
Tað er ókeypis at luttaka í bólkinum.
Harðskapur kann vera likamligur, sálarligur, seksuellur, talgildur, fíggjarligur, materiellur o.s.fr.
Tey flestu, sum Kvinnuhúsið er í samband við – uppliva fleiri sløg av harðskapi