SAMRØÐUBÓLKUR FYRI AVVARÐANDI HJÁ HARÐSKAPSRAKTUM Í PARLAGI ELLA NÆRSAMBONDUM
Bólkur fyri avvarðandi hjá harðskapsraktum í parlagi og/ella nærsambondum er eitt nýtt tilboð hjá harðskapsráðgevingini Liv uttan harðskap. Í bólkinum verður í stóran mun práta um evni innan harðskap við støði í tí, sum luttakararnir hava tørv á at práta um. Tú fær høvi at deila tankar, kenslur og royndir við onnur avvarðandi í líknandi støðu.
Avvarðandi kunnu verða ein dyggur stuðul hjá harðskapsraktum. Men tað vísir seg mangan at vera trupult og ørkymlandi at vera avvarðandi, og at vera vitni til harðskapin. Familjustøðan broytist og nógv avvarðandi kenna seg ráðaleys, og vita ikki, hvussu tey skulu bera seg at.
Bólkurin er fyri foreldur, systkin, vaksin børn og tættar vinir. Fyri at luttaka skal ein vera eldri enn 18 ár.
Hvussu er bólkurin skipaður?
Bólkurin er skipaður við 8 – 10 avvarðandi, ið møtast 8 ferð í hugnaligum hølum hjá ráðgevingini Liv uttan harðskap í Havn. Bólkurin verður skipaður við felagspráti og psykoedukatión, og verður leiddur av tveimum harðskapsráðgevum, sum stuðla og leggja lag á. Dentur verður lagdur á tagnarskyldu hjá luttakarum og fakfólki.
Bólkurin byrjar seinni í ár, ella tá hann er fullteknaður.
Endamálið við bólkinum er:
– at hitta onnur avvarðandi í líknandi støðu
– at læra hvussu ein kann handfara støðuna á gagnligan hátt
– at kunna seta orð á tankar, kenslur og royndir
– at fáa innlit í harðskapsdynamikkir og torgreidda trupulleikan við harðskapi
Tilmelding og kostnaður
Ynskir tú at frætta meira um bólkin, ert tú vælkomin at ringja til Liv uttan harðskap tlf. 320032, til Kvinnuhúsið tlf. 317200 millum kl. 10-15 gerandisdagar – ella at senda teldupost til post@kvinnuhusid.fo
Tað er ókeypis at luttaka í bólkinum.
Harðskapur kann vera likamligur, sálarligur, seksuellur, talgildur, fíggjarligur, materiellur o.s.fr.
Tey flestu, sum Kvinnuhúsið er í samband við – uppliva fleiri sløg av harðskapi.