Tað loysir seg at trýsta!
Soleiðis skrivar Hervør Pállsdóttur, løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokkin, á Facebook síðu sínari:
Fyri 40 døgum síðani feldi samgongan uppskotið hjá mær um at kriminalisera sálarligan harðskap.
Hóast sálarligur harðskapur kann vera torførur at prógva, er neyðugt at gera tað púra greitt í revsilógini, at eisini sálarligur harðskapur er revsiverdur. At hann er trupul at prógva, er ikki ein nóg góð orsøk til at lata vera við at kriminalisera hetta slagið av harðskapi, ið kann hava so umfatandi og álvarsamar avleiðingar fyri tey, sum eru fyri hesum.
Í svari til ein fyrispurning frá mær svarar løgmaður í dag, at ætlanin er at koma við einum uppskoti í heyst um at kriminalisera sálarligan harðskap.
Tað er ikki líka mikið, hvat ið man sum andstøðutingfólk ger. Tað kann gera mun💪