Nýtt tilboð til kvinnur, ið hava verið fyri harðskapi
Skapandi netverk við eftirvernd
Kvinnur og møgulig børn verða boðin til hugnaliga samveru og gevandi felagsskap við øðrum kvinnum, børnum, sjálvbodum og ráðgevum hjá Kvinnuhúsinum
mánadagin 26. august kl. 17-19. Borðreitt verður við leskiligari suppu, og omaná verða vaflur við súltitoy og róma.
Tilboðið er ætlað kvinnum, sum hava havt samband við ráðgevingina ella kreppumiðstøðina hjá Kvinnuhúsinum. Eftir ætlan verða netverkskvøld síðsta mánadag í hvørjum mánaði á heysti 2024. Møguleiki er eisini fyri eftirverndar-samrøðum.
Endamálið er at hjálpa og stuðla kvinnum, sum hava verið fyri harðskapi, so at sleppast kann heilt burtur úr harðskapinum, og at minka um vandan fyri at detta aftur í gomul mynstur. Endamálið er eisini at minka um kensluna av einsemi í tillagingartíðini frá gisting á kreppumiðstøðini og/ella ambulantu ráðgevingini, har kvinnan ofta má fóta sær av nýggjum.
Nógvar kvinnur eru noyddar til at flyta bústað, til eitt nýtt og ofta fremmant stað, og missa á tann sítt dagliga netverk. Aðrar hava verið avbyrgdar frá m.a. vinum, familju og/ella arbeiðsmarknaði sum ein part av harðskapinum. Ein onnur orsøk, at nógv harðskapsrakt missa ein stóran part av sínum netverki er, at tey ikki megna at vera saman við øðrum – tí tey royna at fjala støðuna heima vegna ótta, skomm og vanda fyri stigmatisering.
At skula endurskapa netverk og at skula fóta sær av nýggjum, eru stórar uppgávur at standa einsamallur við. Tí er umráðandi hjá fleiri at fáa hjálp við at skapa relatiónir og netverk, og ráðgeving og vegleiðing til komandi avbjóðingar. Møguleiki verður fyri at fáa eitt prát við harðskapsfakligar ráðgevar á staðnum, og/ella at fáa nýggja tíð í ráðgevingini, um tørvur er á tí.
Hjartaliga vælkomnar.