Vit bjóða fleiri ymiskar samrøðubólkar fyri vaksin, sum eru ella hava verið útsett fyri harðskapi í parlagi og/ella nærsambondum – og fyri vaksin avvarðandi hjá harðskapsraktum.
Hvat slag av samrøðubólkum bjóða vit?
- Kvinnum, ið eru ella hava verið fyri harðskapi í parlagi ella nærsambondum
- Monnum, ið eru ella hava verið fyri harðskapi í parlagi ella nærsambondum
- Kvinnum online, ið eru ella hava verið fyri harðskapi í parlagi ella nærsambondum
- Kvinnum á enskum máli, ið eru ella hava verið fyri harðskapi í parlagi ella nærsambondum
- Avvarðandi, yvir 18 ár, hjá harðskapsraktum
Í bólkinum verður í stóran mun práta um evni innan harðskap við støði í tí, sum luttakararnir hava tørv á at práta um. Tú fær høvi at deila tankar, kenslur og royndir við onnur í líknandi støðu.
Hvussu eru bólkarnir skipaðir?
Hvør bólkur er skipaður við 8 – 10 harðskapsraktum ella avvarðandi, ið møtast 8 ferð í hugnaligum hølum hjá ráðgevingini Liv uttan harðskap í Havn. Bólkurin verður skipaður við felagspráti og undirvísing. Bólkurin verður leiddur av tveimum harðskapsráðgevum, sum stuðla og leggja lag á. Dentur verður lagdur á tagnarskyldu hjá luttakarum og fakfólki.
Bólkarnir byrja so hvørt teir eru fullteknaðir.
Endamálið við bólkunum er
- At hitta onnur harðskapsrakt ella avvarðandi í líknandi støðu
- At læra hvussu ein kann handfara støðuna á gagnligan hátt
- At kunna seta orð á tankar, kenslur og royndir
- At fáa innlit í harðskapsdynamikkir og torgreidda trupulleikan við harðskapi
Tilmelding og kostnaður
Ynskir tú at frætta meira um bólkarnar, ert tú vælkomin at ringja til Liv uttan harðskap tlf. 320032, til Kvinnuhúsið tlf. 317200 millum kl. 10-15 gerandisdagar – ella at senda teldupost til post@kvinnuhusid.fo
Tað er ókeypis at luttaka í bólkunum.
Harðskapur kann vera likamligur, sálarligur, seksuellur, talgildur, fíggjarligur ella materiellur. Tey flestu, sum Kvinnuhúsið er í samband við – uppliva fleiri sløg av harðskapi.