Kvinnur og menn, sum eru ella hava verið útsett fyri harðskapi í parlagi og/ella nærsambondum, kunnu fáa ókeypis ráðgeving og vegleiðing við at venda sær til ráðgevingina. Avvarðandi hjá harðskapsraktum í parlagi og/ella nærsambondum kunnu eisini fáa ráðgeving. Vit bjóða viðtalur við harðskapsfakligar ráðgevar, samrøðubólkar og/ella viðtalur við sálarfrøðing eftir tørvi.
Um tørvur er á tí, verða harðskapsrakt víst til lækna, løgreglu, Almannaverkið, Rættarhjálp Føroya, Familjufyrisitingina ella Barnaverndarstovu.
Er talan um sálarsjúku, mísnýtslu av alkoholi ella øðrum rúsevnum, kunnu ráðgevar vísa teimum harðskapsraktu á, hvar tey kunnu venda sær við sínum trupulleikum. Til dømis til lækna, sálarfrøðing og viðgerðarstovnar.