Kreppumiðstøðin heldur til í Kvinnuhúsinum. Á Kreppumiðstøðini kunnu kvinnur, sum eru útsettar fyri harðskapi í parlagi og/ella nærsambondum gista, saman við børnum sínum, í avmarkaða tíð. Kvinnurnar hava egið kamar og atgongd til felags køk, stovu, ves og bað. Tær gera sjálvar mat, keypa inn, gera reint og vaska klæði.
Á Kreppumiðstøðini hava kvinnurnar møguleika at fáa frið, hvíld og tíð at umhugsa sína støðu. Kvinnurnar verða eggjaðar at siga sína søgu, sum hjálp til at síggja, hvat tær hava verið úti fyri.
Kvinnurnar fáa ein fastan kontaktpersón tillutaðan, og skipaðar samrøður hvørja viku. Har afturat kunnu tær dagliga tosa við starvsfólki í Kvinnuhúsinum, og fáa ráð og vegleiðing. Tær kunnu eisini fáa ókeypis viðtalu hjá sálarfrøðingi, um tørvur er á tí.
Tað kostar 50,- kr. um døgnið at gista á Kreppumiðstøðini.
Rúsdrekka og stoffir eru bannað á Kreppumiðstøðini. Tað er ein treyt at vera edrúur fyri at gista á Kreppumiðstøðini.