Ynskir tú at starvast sum sjálvboðin vakt í Kvinnuhúsinum?
Sum sjálvboðin í Kvinnuhúsinum gerst tú partur av einum sera týdningarmiklum toymi av øðrum sjálvbodnum.
Hvat merkir tað at verða sjálvboðin í Kvinnuhúsinum?
- Sjálvboðin í Kvinnuhúsinum geva part av síni tíð til eitt umráðandi endamál
- Sjálvboðin lurta, tá ið kvinnur og børn hava verið út fyri harðskapi og ótrygleika í heiminum
- Sjálvboðin svara telefonini, tá ið tær hava vakt
- Sjálvboðin skapa tryggar og stuðlandi karmar
- Endamáli sum sjálvboðin er at hjálpa teimum, ið hava tørvin og at gera ein mun í føroyska samfelagnum
Hvør ert tú?
- Tú ert kvinna
- Tú hevur áhuga og kennir teg føra fyri at stuðla kvinnum í kreppu
- Tú skalt kunna rúma at hoyra kvinnur greiða frá teirra, til tíðir, ógvusligu upplivingum
- Tú luttekur til undirvísingin og fundir, sum Kvinnuhúsið bjóðar
Arbeiðstíðin sum sjálvboðin vakt snýr seg um eina forvakt og eina bakvakt fimtu hvørju viku. Vaktin er frá kl. 17 – 08 gerandisdagar. Tá vaktin fellur á eitt vikuskifti ella á heilidagar er vaktin frá kl. 17 til kl. 17 dagin eftir. Tað eru altíð tvær, ið hava vakt í senn. Um tú sjálv hevur stórar trupulleikar at stríðast við, verður tú rádd frá at verða sjálvboðin vakt.
Ynskir tú at vita meira, um at gerast sjálvboðin, ert tú vælkomin at ringja til okkum millum kl. 8-16 ella senda okkum ein teldapost.
Ynskir tú at gerast limur í Kvinnuhúsfelagnum kanst tú skráseta teg her. Aðalfundurin hevur ásett árliga limagjaldið til 200 krónur (broytt 2020). Øll kunnu gerast limir.
Aðalfundurin verður lýstur í miðlunum. Ársfrágreiðingin verður løgd á heimasíðuna.