Uppgávan er at lurta

Kvinnuhúsið: 35 sjálvbodnar kvinnur skiftast um at sita við telefonina hjá Kvinnuhúsinum um kvøldið og náttina. Hvør kvinna hevur vakt tvær ferðir fimtu hvørja viku, og tað er eitt lítið offur, heldur Mari Ann Ellendersen, sum nú í fleiri ár hevur verið ein av sjálvbodnu vaktunum.

Kvinnuhúsið hevur trý lønt starvsfólk, ið arbeiða ávíkavíst 40, 30 og 10 tímar. Tilsamans 2 ársverk. Arbeiðstíðin hjá hesum kvinnunum er gerandisdagar frá kl. 10 til 17.
Húsið svarar tó allar hinar tímarnar í samdøgrinum, og tað er takka verið teimum 35 kvinnunum, sum eru við í vaktarskipanini hjá húsinum.
Vaktarskipanin er løgd soleiðis til rættis, at tær 35 kvinnurnar eru býttar upp í fimm bólkar. Hvør bólkur hevur vakt fimtu hvørja viku, og hvør av teimum sjey kvinnunum í hvørjum bólki hevur ta vikuna eina forvakt og eina bakvakt.

Ein av hesum kvinnunum er Mari Ann Ellendersen, sum hevur verið vakt síðan 1999.
Tað varð nokkso tilvildarligt, at eg kom uppí. Eg varð spurd, og tað vildi eg gjarna, sigur Mari Ann sum er sjúkrarøktarfrøðingur.
Fleiri av sjálvbodnu kvinnunum hava verið við, líka síðan Kvinnuhúsið læt upp fyri 15 árum síðan. Av natúrligum orsøkum gevast nakrar av og á, og tá verða so aðrar bidnar um at koma við. Kvinnur kunnu eisini altíð sjálvar bjóða seg fram hjá Kvinnuhúsinum, og tað hevði einki gjørt, um nakrar stóðu á bíðilista, heldur Mari Ann.

Løtt vakt
Hon heldur tað ikki vera nakað stórt offur at hava sjálvbodna vakt tveir dagar fimtu hvørja viku. Tann, sum hevur forvakt, hevur telefonina, og hon kann vera heima hjá sær sjálvari. Tað er bara, um ein kvinna ringir og má hava innivist, at sjálvbodna vaktin ringir til hina, ið hevur bakvakt, og tær fara við kvinnuni í Kvinnuhúsið. Meira enn so hendir tað, at telefonin ongantíð ringir á eini vakt.
- Tey fimm árini, eg havi verið við, havi eg bara verið við tveimum kvinnum í Kvinnuhúsinum, sigur Mari Ann. Aðra ferðina var hon hjá kvinnuni í Kvinnuhúsinum, til føstu starvsfólkini í húsinum komu til arbeiðis um morgunin.
Aðrar vaktir hava verið oftari í Kvinnuhúsinum við kvinnum í neyð. Sjálvbodna vaktin kann tó altíð vænta, at telefonin ringir onkuntíð, og tær, sum ringja til Kvinnuhúsið, eru fyri tað mesta kvinnur, sum treingja til onkran at tosa við ella biðja um ráð. Onkuntíð ringja menn við onkrum spurningi, og tað eru teir vælkomnir til. Sjálvbodnu vaktirnar eru ikki fakfólk, og ráðini, tær kunnu geva, eru oftast at vísa til sosialráðgevan, sálarfrøðingin ella løgfrøðingin, ið eru knýttir at húsinum.

Lurta
Okkara uppgáva er fyrst og fremst at lurta, sigur Mari Ann. Eingin ávís krøv verða sett vaktunum, men tær skulu helst ikki sjálvar hava trupulleikar at dragast við. Tær skulu vera búnar kvinnur, sum arbeiða út frá sær sjálvum sum menniskju og ikki sum fakfólk.
Mari Ann sigur, at fleiri av kvinnunum hava summarfuglar í búkinum, tá ið tær fyrstu ferð hava vaktina, men tá fyrsta vaktin er av, er eisini sloppið, tí arbeiðið er ikki so torført.
Hon hevur ongantíð havt nakrar keðiligar upplivingar av arbeiði sínum sum sjálvboðin vakt. Eingin er nakrantíð lopin á hana, tí hon arbeiðir fyri Kvinnuhúsið.
Tær leggja stóran dent á, at tær ikki vilja kenna viðurskiftini út í æsir hjá teimum, sum ringja, men beina kvinnurnar víðari. Hava tær verið í Kvinnuhúsinum við eini kvinnu, sum tær møta aftur, lata tær bara sum einki, tí tær vilja ikki avdúka, hvør hevur verið í Kvinnuhúsinum. Allar vaktirnar hava eisini skrivað undir tagnarskyldu.


Góður felagsskapur
Mari Ann sigur, at hon vil fegin luttaka í hesum arbeiðinum, tí sjálvbodna vaktarskipanin er treytin fyri, at Kvinnuhúsið kann hava sína tænastu, og tørvur er á Kvinnuhúsinum, sum er viðurkent av øllum mynduleikum. Arbeiðið hjá vaktunum er sjálvboðið, og tað vil siga, at tær fáa onga løn. Men tær fáa upp á ein annan máta nakað burturúr. Vaktirnar hittast á hósdagsfundum at tosa um spurningar, sum tær hava rent seg í, og tað víðkar sjónarringin at fáa hetta innlitið. Á fundunum verða ávís evni viðgjørt, men tær tosa ongantíð um nøkur ávís mál hjá kvinnum, sum hava ringt, tí tær kvinnurnar eru anonymar. Hósdagsfundirnir eru fyri sjálvbodnu kvinnurnar eisini ein sosial samvera, sum Mari Ann er fegin um at luttaka í.

Greinin stóð í Dimmalætting 13.januar 2006. Skrivað greinina hevur blaðkvinnan Randi Jacobsen.

Vekk frá hesari síðu