Soleiðis arbeiða vit

Samband fæst við Kvinnuhúsið dag og nátt, alt árið. Hetta letur seg gera, tí stórur partur av arbeiðnum í Kvinnuhúsinum verður gjørt av sjálvbodnum óløntum kvinnum. 35 sjálvbodnar kvinnur eru við í eini vaktarskipan. Umframt tær sjálvbodnu kvinnurnar, starvast dagliga trý lønt fólk í Kvinnuhúsinum ávíkavíst 40, 30 og 10 tímar um vikuna. 

Skrivstovan er opin gerandisdagar frá kl. 10 til kl. 17. Í skrivstovutíðini er møguleiki til antin at ringja til okkara ella koma í Kvinnuhúsið og tosa við okkum. Uttanfyri skrivstovutíð eru hurðarnar læstar og ringjast skal frammanundan.

Arbeiði í Kvinnuhúsinum er grundað á hjálp til sjálvhjálp. Kvinnur kunnu venda sær til okkara við ymiskum trupulleikum og fáa vegleiðing.

Vekk frá hesari síðu