Endamálsgrein

Arbeiðið í Kvinnuhúsinum miðar ímóti at styrkja sjálvkenslu og sjálvsábyrgd kvinnunar, so hon í størri mun fær styrki at ráða og taka avgerðir yvir egna lívi sínum.

Endamálið við Kreppumiðstøðini er at veita hjálp til sjálvhjálp og serliga stríðast ímóti likamligum og sálarligum harðskapi framdum móti kvinnum og børnum.

Til tess at røkka hesi endamál verður í Kvinnuhúsinum arbeitt við:

  • at kunna um harðskap í familju og parløgum 
  • at kunna um tað arbeiðið, sum verður gjørt í Kvinnuhúsinum
  • at veita kvinnum tilboð um hjálp til sjálvhjálp 
  • at taka lut í rakstrinum fyri at tryggja Kreppumiðstøðina, sum tilhald fyri 
    kvinnur og børn, sum hava verið fyri harðskapi  

Vekk frá hesari síðu