Bygnaður

Bygnaður

Tá tosað verður um Kvinnuhúsið, verður eisini ofta tosa um Kreppumiðstøðina, Kvinnuhúsfelagið og Kvinnuhúsgrunnin.

Kvinnuhúsið veitir ráðgeving og vegleiðing til harðskapsraktar kvinnur. Kvinnur kunnu antin ringja ella koma og tosa við okkum. 

Kreppumiðstøðin er eitt friðskjól og er størsti parturin av Kvinnuhúsinum, har harðskapsraktar kvinnur, saman við evt. børnum, kunna gista eina tíð.

Kvinnuhúsfelagið varð stovnað við tí endamáli at fáa eitt kvinnuhús, har størsti parturin skuldi vera ein Kreppumiðstøð.

Kvinnuhúsgrunnurin savnar pening saman til rakstur.

Kvinnuhúsfelagið
Kvinnuhúsfelagið varð stovnað 29.januar 1989. Fremsta endamálið var at fáa eina kreppumiðstøð fyri kvinnur, sum høvdu verið fyri harðskapi. Hetta eydnaðist 1. oktober 1990.

Kvinnuhúsfelagið hevur skipað seg við nevnd við fimm limum. Nevndin verður vald á árliga aðalfundinum triðja hósdag í mars mánaði. Nevndin skal hava minst fýra fundir um árið. Uppgávurnar eru:

  • at reka Kvinnuhúsið og Kreppumiðstøðina,
  • at vera arbeiðsgevarar hjá starvsfólkunum,
  • at vera bindilið millum tær sjálvbodnu og starvsfólkini,
  • at hava ábyrgd av Kvinnuhúsgrunninum viðvíkjandi rakstri.

Felagsfundir verða hildnir í Kvinnuhúsfelagnum eina ferð um mánaðin í vetrarhálvuni. Á hesum fundum kunnu allar sjálvbodnu vaktirnar, sum eru limir í Kvinnuhúsfelagnum, vera við. Á fundunum tosa tær sjálvbodnu kvinnurnar millum annað um arbeiðið og siga frá royndum á vaktunum.

Kvinnuhúsgrunnurin
Kvinnuhúsgrunnurin er ein sjálvsognarstovnur við heimstaði í Tórshavn. Kvinnuhúsgrunnurin er skipaður við eini nevnd. Tríggjar kvinnur sita í nevndini. Limirnir í Kvinnuhúsfelagnum velja tvey umboð og Kvinnufelagssamskipan Føroya velur eitt umboð.

Uppgávurnar hjá Kvinnuhúsgrunninum eru:

  • at vera trygd mótvegis myndugleikum
  • at útvega pening til rakstur av Kreppumiðstøðini,
  • at seta fólk í starv og siga fólki úr starvi.

Frá byrjan varð ætlanin við Kvinnuhúsgrunninum, at hann skuldi reka Kvinnuhúsið og Kreppumiðstøðina og savna saman pening til eini hús at hava virksemi í. Væl av peningi er nú savnaður saman til endamálið og verður nú roynt eftir grundøki.

Kvinnuhúsið & Kreppumiðstøðin
Í Kvinnuhúsinum er Kreppumiðstøð, ið veitir bráfeingis bústað til kvinnur, ið hava verið fyri likamligum ella sálarligum harðskapi. Kvinnurnar kunnu saman við børnum sínum gista í húsinum eina nátt, nakrar dagar ella í longri tíðarskeið. Í Kvinnuhúsinum fæst vegleiðing og hjálp til sjálvhjálp.

Kvinnuhúsið lat upp í KFUM í Havn 1. oktober í 1990 og heldur til har enn. Arbeiðið í Kvinnuhúsinum er  óheft bæði politiskt og átrúnaðarliga Landsstýrið letur árliga stuðul til raksturin av Kreppumiðstøðini. Eisini stuðla kommunur, grunnar, feløg og privatpersónar arbeiðnum í Kvinnuhúsinum fíggjarliga.

Vekk frá hesari síðu