Altið onkur inni - eisini um náttina

Tú kanst ringja ella støkka inn á gólvið allar gerandisdagar millum klokkan 10 og 17. Eftir klokkan 17, vikuskiftir og heilidagar er hurðin stongd, tá er neyðugtt at ringja frammanundan. Í Kvinnuhúsinum er altíð onkur inni, til reiðar at taka ímóti -  eisini um tú kemur á nátt.

Halt teg ikki aftur, tí onki fer víðari. Starvsfólkið í Kvinnuhúsinum hevur tagnarskyldu. Ongin nýtist at siga navn, bústað ella p-tal. Heldur ikki er neyðugt at rættvísgera, hví støðan er, sum hon er.

Tað ber til at seta teg í samband við Kvinnuhúsið alt samdøgrið á telefon 317200. Eisini ber til at samskifta á t-post addressuni: post@kvinnuhusid.fo

Yrkadagar fæst ráðgeving og vegleiðing frá starvsfólki millum klokkan 10 og 17.

Í skrivstovutíðini gerandisdagar millum klokkan 10 og 17 ber til at bíleggja viðtalutíð hjá sálarfrøðingi. Somuleiðis at boða frá luttøku í samrøðubólki. 

Vekk frá hesari síðu