Ráðgeving

Allar kvinnur fáa ráðgeving og vegleiðing, tá ið tær venda sær til Kvinnuhúsið. Vit bjóða viðtalur við starvsfólk ið hava holla vitan um harðskap, viðtalur við sálarfrøðing og bólkasamrøður.

Er tørvur á tí, verður kvinnan víst víðari til m.a. lækna, løgreglu, Almannaverkið, Rættarhjálp Føroya, Ríkisumboðið ella barnavernd.

Kvinnuhúsið er ikki ein viðgerðarstovnur, og hevur tí ongi tilboð um viðgerð. Er ein kvinna sálarsjúk, bundin av alkoholi ella øðrum rúsevni, kann Kvinnuhúsið vísa henni á, hvar hon kann venda sær við sínum trupulleikum. Til dømis til lækna, sálarfrøðing, viðgerðarstovnar ella psykiatriska depulin á Landssjúkrahúsinum.

Vekk frá hesari síðu