Ofta settir spurningar

Hvussu leingi kann man gista í Kvinnuhúsinum?
- Kvinnur, og børn teirra, kunna gista upp til 3 mánar.

Kunnu bert kvinnur við børnum gista í Kvinnuhúsinum?
- Nei. Kvinnur kunna gista bæði við og uttan børn.

Hvat skal man hava við sær, tá man ynskir at gista í Kvinnuhúsinum?
- Klæðir, tannbust, shampoo og annað líknandi. Tak okkurt leikutøj hjá børnunum við. Seingjarklæðir, handkløð, køksbúnýtir eru í húsinum.

Kann eg hava hundin við í Kvinnuhúsið?
- Nei. Ongi húsdjór kunnu takast við.

Sleppur man at ganga úti?
- Ja. Kvinnan tilrættaleggur sjálv sín gerandisdag og tekur undir ábyrgd sínar avgerðir.

Skal man hava sjónlig merkir, sosum blátt eyga, fyri at koma í Kvinnuhúsið?
- Nei. Harðskapur er langt frá altíð sjónligur.

Nær kann man koma?
- Gerandisdagar frá kl. 10 til 17 er skrivstovan opin, og tá ber altíð til at sleppa inn. Uttanfyri skrivstovutíð eru høvuðsdyrnar læstar, tí skal ringjast fyrst.

Kann eg fáa vitjan í Kvinnuhúsinum?
- Ja, bert av kvinnum. Menn hava onga atgongd.

Kunna tit skaffa mær eina íbúð?
- Nei, men vit kunna stuðla tær í at søknast eftir íbúð.

Hvussu verður man sundurlisin?
- Við at venda sær til Ríkisumboðið og fáa umsøknarblað.

Hava tit parsamrøður í Kvinnuhúsinum?
- Nei, tað kunnu vit ikki bjóðað.

Kann eg tosa við tykkum og vera ónevnd?
- Ja,  tað ert tú vælkomin til.

Vekk frá hesari síðu