Innihald

Harðskapur er ein tilætlað gerð ímóti einum øðrum persóni, sum hevur við sær skaðar, pínu, hóttanir og vanæru, og fær persónin at handla móti sínum vilja, ella at gevast at handla yvirhøvir. Maðurin fremur ikki harðskap móti einum og hvørjum, hann fremur harðskapin móti konuni og børnunum. Kvinnan verður ofta forða í at taka sær av børnum, foreldrum ella øðrum, hon er góð við.

Kvinnan verður ofta frátikin maktina og møguleikan at seta seg sjálvan í miðdepulin og varðveita sítt sjálvsvirði og stoltleika. Kenslan av skuld og skomm er stór.

Ein kvinna hevur høgan lívskvalitet um hon hevur møguleikan fyri tryggleika, sjálvskenslu og hevur møguleikan fyri at brúka síni intellektuellu og likamligu førleikar fyri at náa síni persónligu mál.

WHO staðfestir at góð heilsa er ikki bara at verða frískur, men at kenna vælveru bæði likamliga, sálarliga og sosialt.

Harðskapur ímóti kvinnum forðar hesum.

Vekk frá hesari síðu