Hvør fermur harðskap?

Í flestu førum er harðskapurin framdur av núverandi ella fyrrverandi manni, sambúgva ella vaksnum synum. Kvinnan kennir oftast mannin, ið fremur harðskapin.

Harðligir menn koma frá øllum samfelagsstættum og finnast í øllum aldursbólkum. Frá væl lærdum monnum í høgum størvum til teir við ongari útbúgving ella ongum arbeiði.

Harðligir menn hava ongar sjónligar eginleikar til felags. Men aftanfyri harðskapin býr ofta undirlutakensla, manglandi sjálvsvirði og samleiki.

Vekk frá hesari síðu