Hvat er harðskapur

Nær er ein kvinna útsett fyri harðskapi?

Ein kvinna er útsett fyri harðskapi, um hon skal laga sína atferð eftir krøvum og vónum hjá einum øðrum persóni á ein sovorðnan hátt, at hon verður noydd at fara út um síni egnu mørk. 

Kvinnan nýtist ikki at hava sjónlig merkir á kroppinum sum prógv fyri, at hon hevur verið fyri harðskapi. Harðskapur kann vera likamligur og sjónligur. Men harðskapur kann eisini vera duldur, tá talan er um sálarligan, kynsligan, materiellan ella fíggjarligan harðskap.

Her eru nøkur dømir um harðskap:

Sálarligur harðskapur
At verða hótt við harðskapi.
At síggja síni børn verða hótt við harðskapi.
At tað verður rópt ella funnist at einum í heilum.
At vera undir eftirliti.
At vera avbyrgd frá øðrum menniskjum.
At verða niðurgjørd meðan onnur eru til staðar.

Sálarligur harðskapur kann vera torførur hjá kvinnuni at prógva, tí hann gevur ongi sjónlig spor. Men sálarligur harðskapur er sera skaðiligur og niðurbrótandi.

Likamligur harðskapur
At verða sligin, bukað, sparkað, skumpað, pínd.
At vera fyri harðskapi við vápnum ella øðrum lutum.

Kynsligur harðskapur
At vera noydd til kynsligar handlingar, ið býða einum ímóti og sum ein ikki ynskir.

Materiellur harðskapur
At eins ognarlutir verða oyðilagdir, til dømis heim, innbúgv, klæðir, bilur. Hesin harðskapur kann eisini vísa seg við, at maðurin tveitir kvinnuna á dyr, uttan at lata hana fáa nakað við sær, og at maðurin ger tað torført hjá kvinnuni at seta búgv av nýggjum, tí møgulig hús skulu seljast og innbúgv býtast.

Fíggjarligur harðskapur
At verða fíggjarliga avmarkað við ikki at ráða yvir egnum pengum, alt fer á kontoina hjá manninum. Kvinnan fær møguliga pening til keyp av mati, men hevur lítið og onki innlit í fíggjarstøðuna hjá familjuni.

Harðskapur av øllum slag er niðurbrótandi. Tað vísir seg, at um harðskapur stendur uppá í langa tíð, er tað torført hjá kvinnuni at koma sær burtur úr harðskapinum.

Vekk frá hesari síðu