Kreppumiðstøðin

Kreppumiðstøðin heldur til í Kvinnuhúsinum. Á Kreppumiðstøðini kunnu kvinnur búgva, saman við sínum børnum, í eina tíð. Kvinnurnar fáa eitt kamar fyri seg sjálvar og hava atgongd til felags køk og stovu, wc og bað. Tær gera sjálvar mat, keypa inn, reingerða og vaska klæði.

Á Kreppumiðstøðini hava kvinnurnar møguleika fyri at fáa frið og umhugsa støðu sína. Tær kunnu tosa við starvsfólkið í Kvinnuhúsinum og fáa vegleiðing. Kvinnurnar verða eggjaðar til at siga sína søgu nógvar ferðir sum hjálp til at síggja, hvat tær hava verið fyri. Starvsfólkið lurtar eftir kvinnunum uttan at taka støðu: Ein og hvør kvinna velur sjálv, hvat er best fyri hana.

Kvinnur ið gista kunnu eisini fáa viðtalu hjá sálarfrøðingi. Hettar er ókeypis.

Vekk frá hesari síðu