Børnini

Børn eru ofta við kvinnunum, ið gista á Kreppumiðstøðini.

Eru børnini í barnaansing, og búgva í Miðstaðarøkinum, tá tey koma á Kreppumiðstøðina, halda tey áfram. Er talan um skúlabørn, ganga tey í skúla. Avbygdabørn í skúlaaldri fara í skúla í Havn, um tey gista á Kreppumiðstøðini í meiri enn eina og tvær vikur.

Spælirúm eru við ymiskum leikum til børnini. Miðað verður ímóti, at børnini hava góðar upplivingar, meðan tey búgva á Kreppumiðstøðini.

Í samstarvi við mammuna hava børnini, ið gista á Kreppumiðstøðini, rætt til:

-          at fáa tosa um harðskapin, tey hava upplivað

-          at vita, at tað finnast aðrar harðskapsraktar familjur

-          at vita, at harðskapur ikki skal vera duldur

-          at vera vard ímóti at hoyra harðskapin ímillum tey vaksnu

-          at hava eitt rúm at vera í

-          at hava vinfólk á vitjan

-          góðar upplivingar, meðan tey búgva í Kvinnuhúsinum

-          at kunna seta seg í samband við Kvinnuhúsið, eftir at tey eru flutt herfrá

-          at fáa stuðul til sínar trupulleikar

-          at vera børn og at vita, at børn kunnu líta á vaksin

-          at fyrireika seg uppá at flyta úr Kvinnuhúsinum

-          at fáa lov at tosa um mammuna og pápan

 

Vekk frá hesari síðu