Kvinnuhúsið bjóðar

Ætlar tú tær at fara ella leitar tú eftir einum friðskjóli, er Kvinnuhúsið ein møguleiki. Í Kvinnuhúsinum fæst ráðgeving, vegleiðing og hjálp til sjálvhjálp. Eisini ber til at búgva á Kreppumiðstøðini í Kvinnuhúsinum eitt tíðarskeið. Børn eru vælkomin við.

Kvinnuhúsið byrjar samrøðubólkar á hvørjum ári. Í bólkinum hittast kvinnur ið hava tað til felags, at tær antin hava verið ella eru útsettar fyri harðskapi.

Kvinnuhúsið bjóðar viðtalur hjá sálarfrøðingi.

Tú ert ikki einsamøll. Hvønn dag fær Kvinnuhúsið áheitanir frá kvinnum, ið hava verið fyri ágangi likamliga, sálarliga, kynsliga og fíggjarliga.

Vekk frá hesari síðu