Starvsfólk til Kvinnuhúsið

Vit leita eftir nýggjum starvsfólki til Kvinnuhúsið

- Freist 13.september 2020 -

Kvinnuhúsið søkir eftir starvsfólki til eitt áhugavert og avbjóðandi starv. Vit leita eftir einum persóni, sum er álitisvekjandi, tolin og engageraður, og sum hevur áhuga fyri  og ynskir at gera mun hjá kvinnum og børnum, sum hava upplivað harðskap. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og er tað tí neyðugt, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og vilt viðvirka til tvørfakligt samstarv við aðrar stovnar og myndugleikar. Vit vænta, at tú hevur lætt við at seta teg inn í nýggj ting og at tú fært ting frá hondini, at tú vilt vera við til at leggja námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum til rættis, umframt at tú við viðurkennandi atburði fært kvinnurnar at kenna seg virdar og tiknar í álvara.

Vit bjóða eitt meiningsfult starv á einum arbeiðsplássi í menning og í einum starvsfólkabólki, har dentur verður lagdur á trivnað, og fakliga/- persónliga menning.
 

Arbeiðsuppgávur

  • Samrøður og samvera við børn og mammu teirra, tá tey gista í Kreppumiðstøðini
  • Tryggja trivnaðin hjá børnunum gjøgnum stuðlandi samrøðum við mammuna
  • At virka fyri at kvinnurnar og børnini fáa neyðugan stuðul og umsorgan
  • At miðvíst virka fyri og styðja kvinnum, ið hava verið fyri harðskapi og børnum hennara
  • Samskifti og samstarv við millum annað viðkomandi stovnar, skúlar og myndugleikar
  • Ymisk praktisk gerandismál og annað fyrifallandi arbeiði í Kreppumiðstøðini/Kvinnuhúsinum
     

Førleikar

  • Tú hevur námsfrøðiliga ella sosialfakliga útbúgving
  • Tú hevur góð umsorganar- og samstarvsevnir
  • Tú ert viðurkennandi og megnar at seta teg í støðuna hjá øðrum fólkum
  • Tú ert tolin og dugir væl at samskifta við fólk, børn og aðrar stovnar
  • Tú ert opin mótvegis fólki við aðrari mentan
  • Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, um tú hevur royndir at arbeiða við fólki í kreppu
     

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er 28 tímar (brøk 0,70) við setan frá 1. oktober 2020 ella eftir avtalu. Løn sambært avvarðandi yrkisfelag.  
 

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum v.m. verður send Kvinnuhúsinum á kvinnuhusnevndin@gmail.com. Umsóknarfreistin er sunnukvøldið 13. september 2020. Samrøður verða í viku 39.  
 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ann-Britt Fríðheim Mortensen, leiðara í Kvinnuhúsinum, tlf. +298 287200. Les meira um Kvinnuhúsið á www.kvinnuhusid.fo

 

Vekk frá hesari síðu