Trøllasøga

Trøllasøga

Frá kvinnu ið ynskir at deila sínar upplivingar

Einaferð, fyri ikki so øgiliga langt síðani, var tað eitt trøll, sum búði í einum landi, nær við hjá tær og mær. Hetta var eitt rættiliga vanligt trøll. Sum trøll flest hevði tað stóran munn og lítil oyru, og har hjartað eigur pláss hevði trøllið ístaðin fingið ein spegil. Trøllið kendi seg einsamalt og avgjørdi tí at fara út at veiða. Tað leitaði høgt og tað leitaði lágt, og at enda eydnaðist tað trøllinum at finna eina prinsessu sum lá og svav. Trøllið skundaði sær at taka hana við sær aftur í trøllabústaðin.
Tá prinsessan vaknaði, uppdagaði hon, at hon var vorðin fangi hjá trøllinum. Hon royndi fleiri ferðir at flýggja, men tað eydnaðist hvørja ferð trøllinum at fanga hana aftur.
Soleiðis gingu árini. Trøllið var væl nøgt, tí nú var tað ikki so einsligt at vera trøll longur. Harafturat byrjaði tað at mennast og stimbrast, tí trøll tey liva best tá, ið tey hava onkran hjá sær, ið tey kunna nápa eina bita av lívsmegini frá soleiðis av og á.
Prinsessan var ikki so væl nøgd, men hon hevði mest sum uppgivið at gera nakað við støðuna. Tá hon av og á kortini gjørdi ein vørr fyri at sleppa úr trøllabústaðinum var trøllið har beinan vegin tí tað hevði funnið eitt sera úrslitagott vápn at halda prinsessuni aftur. Hon fekk í hondina tann fúnaða og krámuta spegilin hjá trøllinum. Hin, sum situr har sum onnur hava eitt hjarta. “Hatta er tú” segði trøllið við prinsessuna.

Í veruleikanum var hetta als ikki so. Tí tá prinsessan helt seg síggja sína spegilsmynd, so var tað í veruleikanum myrkrið innvortis í trøllinum, sum hon sá. Hesum visti hon tó ikki av og tí varð hon bangin, virkislamd og so sera forskammað tá hon hugdi í ljóta spegilin. Hon fór at trúgva, at frægast mundi vera um hon varð verandi hjá trøllinum. At tá hon nú var so ljót so mundi hon passa frægast inn í ein trøllabústað. Trøllið var mangan nakað óstorsligt fyri ikki beinleiðis at siga harligt í sínum verumáta, men tað skilti prinsessan væl. Tí eitt slíkt míshátt skepilsi sum tað, ið hon sá í trøllaspegilinum hevði neyvan uppiborið frægari enn slíkan aga.
Trøllið og prinsessan áttu tveir ungar saman. Vakrir, reinir og hjartagóðir vóru teir. Eins og rættar prinsessur nú einaferð eru. Samstundis var helmingurin av teimum tó kortini trøll og hetta gjørdi prinsessuna sera óttafulla. Hon vildi so fegin at ungarnir skuldu verða verandi hjartagóðir, vakrir og reinir, men trøllablóð er nú einaferð trøllablóð. Einasti útvegur prinsessan sá var at gera enn eina roynd at flýggja. Honn fann kreftir innan í sær, sum hon eftir so nógv ár við trøllinum hevði gloymt at hon hevði. Og umsíðir eydnaðist tað.

Prinsessan og ungarnir flýddu langt langt burtur og tað hóvaði ikki trøllinum. Tað royndi sum frægast at muta ímóti og berjast, men prinsessan helt uppá sítt og bað trøllið halda seg vekk. Trøllinum dámdi onki at hava mist valdið á prinsessuni. Nú mátti tað aftur liva í einsemi og slapp prinsessan heilt vekk so hevði tað heldur tað ongan, ið tað kundi nápa lívsmegi frá. Trøllið kendi á sær, at tað byrjaði at hamast burtur og tí gjørdist tað kjarrgali av ótta.
Hetta var bert eitt vanligt trøll uttan serlig evnir ella megi. Og tað ásannaði skjótt at skuldi tað framhaldandi hava valdið á prinsessuni og ungunum so máttu onnur trøll kallast til hjálpar. Tað setti seg tí í samband við onnur trøll, ið høvdu størri megi og vald. Eitt kallaðist Advokatus og tað var tað keðiligasta, men samstundis eisini tað sterkasta trøllið, ið brúkast kundi í stríðnum at vinna lívsmegina frá prinsessuni.
Og saman avgjørdu trøllini, at tey fóru at gera sítt ítarsta fyri at prinsessan ikki skuldi fáa frið fyrr enn øll megin var sogin úr henni. Tey bjóðaðu henni at fáa frið um bert hon vildi lata ungarnar aftur í trøllabústaðin at vera. Tí høvdu trøllini valdi á ungunum so vistu tey, at tey eisini fóru at hava tamarhald á prinsessuni. Men prinsessan var góð við ungarnar. Hon vildi ikki hava, at teir skuldu vaksa upp og gerast til trøll og tí segði hon so korta nei við trøllini.
Trøllini gjørdust bæði firtin og óð. Og at stríðast móti óðum trøllum var ikki gamansleikur hjá prinsessuni. Ferð eftir ferð royndu tey at loypa á. Besta vápnið tey høvdu var enn tann ljóti og krámuti spegilin, og mangan var nær við at prinsessan aftur fór at trúgva at spegilsmyndin var hennara og ikki trøllið.
Trøll gevast aldrin við at berjast og tí stríðast tey enn tann dag í dag. Og spyr tú um hendan trøllasøgan er sonn ella um slíkt ikki bert kann henda í londum langt langt burturi so kann eg fortelja tær, at hetta er veruleiki eisini nær við har sum tú ert.