Kvinnuhúsið / Kreppumiðstøðin 25 ár

Kvinnuhúsið / Kreppumiðstøðin 25 ár

Móttøka í Perluni 1. oktobur

Í samband við at Kvinnuhúsið/Kreppumiðstøðin fyllir 25 ár, verður móttøka í Perluni 1. oktobur frá kl. 14 – 17.

Skrá:

Kl. 14 – 15
- Forkvinnan hevur orðið
- Sagt verður frá søguni
- Tónleikur
- Orðið frítt

Kl. 15 – 15,45
- Nógv verður tosað um seksualisering í almenna rúminum. Hvussu hettar ávirkar børn, ung og vaksin. Í hesum sambandi hava vit fingið Guðrún Jónsdóttir at hava eina framløgu um evnið. Guðrun er havfrøðingur, talskvinna og ráðgevi í Stígamót ið er ein incestmiðstøð í Reykjavík.

Kl. 15,45 – 17
- Høvi at seta spurningar
- Orðið frítt

Kvinnuhúsið bjóðar kvinnum, útsettar fyri harðskapi, einstaklinga- og bólkasamrøður. Eisini er møguleiki hjá kvinnum, útsettar fyri harðskapi, at gista á Kreppumiðstøðini saman við sínum børnum.

Harðskapur kann vera likamligur, sálarligur, kynsligur, fíggjarligur og materiellur.


Vinarliga
Nevndin í Kvinnuhúsfelagnum

 

Øll eru hjartaliga vælkomin