Kvinna, útsett fyri harðskapi, sigur frá sínum upplivingum

Kvinna, útsett fyri harðskapi, sigur frá sínum upplivingum

Eg vil gjarna deila mína søgu, ikki tí at tað skal takast synd í mær. Hetta er gjølla umhugsað.
Eg eri ein av teimum sum royndi at rópa um hjálp og eingin lurtaði. Eg eri ein av teimum kvinnum í Føroyum sum royndi at gera vart við mína støðu. Eg ringdi til løgreglu, eg gjørdi vart við meg hjá vinum og ongin hjálp var at heinta. Tey trúðu honum. Eg síggi hesar "vinir" deila tykkara síðu og allar møguliga aðrar síður um hvussu vit steðga hesum ørðskapinum og øll spæla pávar.
Vit kunnu ikki fyribyrgja uttan at taka ábyrgd og ábyrgdin verður tikin í nærumhvørvinum og tá nærumhvørvið svíkir, so dettur alt á gólvið.
Eg eri kvinna, sum byrjaði við at vera úti fyri sálarligum ágangi og endaði við at vera ein buka kvinna. Eg rópti um hjálp hjá nærumhvørvinum, hjá løgreglu, og einki hjálpti, tað var vist lættari at blanda seg uttanum ella happa míni børn í skúlanum, "at tað heilt sikkurt er mammu tína'sa skuld, hann er sooo fittur" mátin bleiv nýttur yvirfyri børnunum. Eg kann garantera at tað ikki eru børnini sum hava hesa meining men søgd av foreldrunum.
Mín søga skal ikki vera ein offursøga longur, eg eri komin víðari, men eitt veit eg, nógvar kvinnur sita fastar í somu støðu í Føroyum í dag.
Tit eru vælkomin at deila hetta sum eitt uppróp til eitt kjak. Eru vit so forbanna góð at taka hond um tá ágangurin leikar? Er tað ikki so forbannað lætt at siga "fær til vinir og familju" Mín roynd er NEI..og skal tað tabu'ið ikki eisini brótast?
Tær allarbestu heilsur við tøkk fyri tykkara arbeiði