Samtykt

Samtykt

Felags samtykt frá aðalfundi í Kvinnuhúsfelagnum 20.03.2014
Á árliga aðalfundinum í Kvinnuhúsfelagnum, sum var hildin 20. mars var evnið hjálp til sjálvhjálp innan karmarnar av Sjálvhjálpini umrøtt. Málið var mett at hava so stóran týdning, at felags niðurstøða/samtykt var orðað. Hon verður við hesum løgd til kunningar.
Fyri jól 2013 hvørvur Sjálvhjálpin knappliga sum stuðlandi tilboð til einstaklingar og pør. Uppgávan hjá Sjálvhjálpini var at upplýsa, ráðgeva og vegleiða eftir tørvi hjá teimum, sum leitaðu sær hjálp. Fakfólkini sum vóru ráðgevarar vóru sosialráðgevarar, sexologur, sálarfrøðingar, teologur og onnur fakfólk vóru eisini tøk at heita á, um tørvur var á tí.
Avleiðingin av avtøkuni er, at einki stað er tøkt til at vísa monnum, kvinnum og pørum á til at fáa holla vegleiðing. Vegleiðing sum er ókeypis, óheft politiskt og átrúnaðarligt. Við hesum er eisini faldarin til útlendingar, har víst verður til Sjálvhjálpina ikki aktuellur og brúkbarur.
Semja er um, at neyðugt er at gera vart við hesar óhepnu avleiðingar og at aðalfundurin tekur frástøðu frá tílíkari avgerð.